Vatnið floymir oman av fjøllunum. Vit hava havt nógvar váttligar dagar í seinastuni, og leygardagurin 25. september var einki undantak. Umframt av Svartafossi í Havn og Høgadalsá í Kaldbak, gjørdu vit upptøkur fram við Kaldbaksfjørðinum — og myndirnar tala fyri seg.