Video: Áir stórar

0
78

Við regndøgunum í seinastuni má heystið sigast at hava traðkað til. Tann 17. september var ælaveður við áarføri aftan á eina nátt við nógvum regni. Um enn váttligt og óhøgligt at støðast uttandura undir slíkum umstøðum, so man einki vera at taka seg aftur í at tær mongu áirnar sum renna oman úr fjøllunum koma til sín rætt sovorðnar dagar. Fossá sunnan fyri Haldarsvík, var sjáldsama stórsligin á at líta hendan dagin. Vit staðfestu somuleiðis at áirnar fram við vegnum millum Kollafjørð og Sund runnu stríðar, ikki minst í Kaldbaksbotni.

https://vimeo.com/609335015

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here