Tóra við Keldu, MEGD: ‘Hví føla borgararnir at teir ikki verða møttir?’ — video

0
188

 

Tóra við Keldu greiðir í spennandi samrøðu við Mikrofonina frá um arbeiðið hjá meginfelagnum MEGD, ið umvegis 24 limafeløg umboðar fleiri túsund borgarar í Føroyum sum bera brek av onkrum slag. Hon er útbúgvin lærari men er ikki minni kend sum góður svimjari ið vann nógvar kappingar fyri árum síðani. Tey seinastu átta árini hevur hon verið forkvinna í MEGD, og hon hevur greiðar meiningar um ymiskt innan føroyskan sosialpolitikk og umsiting av almennum tænastum. Hon metir at játtanir og serfrøði eru ikki teir størstu trupulleikarnir á økinum, men heldur at verandi skipanir tykjast óneyðuga fløktar fyri eitt so lítið samfelag sum Føroyar og at samskifti er ofta tað sum manglar, seriliga millum stovnar og borgarar men eisini millum tær ymisku skipanirnar.

Tá tað kemur til eitt nú hvussu borgarar uppliva stovnar sum Almannaverkið og Sernám sigur Tóra m.a.: “Vit hava fakfólkið, vit hava sikkurt nøktandi játtanir, og… aftur koma vit til tað: hví føla so borgararnir at teir ikki verða møttir? Vit duga øgiliga væl at seta orð á hvørji tilboð vit skulu hava; tá vit fara inn á heimasíður so sær tað øgiliga gott út… Og allíkavæl virkar tað sum tað er eitt skott ímillum tænastuna og borgaran. Og onkuntíð fer man at hugsa um fyri hvønn eru tænasturnar til; eru tær ikki til borgaran? Og kanska er tað ein viðurkenning av at tey sum arbeiða hinumegin hugsa fyrst og fremst ‘systemið’ fram um borgaran. ĺ øllum førum er tað tað sum fleiri borgarar føla.”

Hóast atfinningar sum hesar gleðist Tóra við Keldu um framstig sum eru hend á tí hon kallar brekøkinum tey seinnu árini, bæði hvat viðvíkur almennari viðurkenning av rættindum teirra ið bera brek og hvat viðvíkur hugburði millum fólk. Sum skilst er annars ætlanin nú at seta meira fokus á samskifti og heita á politikarar og onnur um at virka fyri at meira verður gjørt fyri at tey ið bera brek fáa meira holistisk tilboð har størri dentur verður lagur á júst samskifti.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here