‘Fyri at styrkja trivnaðin hjá børnum so mást tú arbeiða við teimum vaksnu sum eru um børnini’

0
129

“Skalt tú styrkja trivnaðin hjá børnum, so mást tú arbeiða við teimum vaksnu sum eru um børnini,” sigur Ugur Kevioglu, sum undirvísir í hvussu lærarar kunnu fáa betri viðurskifti við næmingar.

Tess betri viðurskiftini eru millum lærara og næming, tess betri er trivnaðurin í skúlunum.

Ugur Kevioglu arbeiðir millum annað gjøgnum tann sokallaða ICDP-háttin, sum hann við jøvnum millumbilum undirvísir í.

ICDP er ein granskingargrundað ástøðilig tilgongd ið miðar ímóti at menna samspæl millum børn og vaksin. Grundleggjandi málið við tilgongdini er at fáa vaksin at gerast meiri varug við tørvin hjá barninum, og somuleiðis at betra um evnini hjá teimum vaksnu við at møta børnum og fortreytunum hjá børnunum. Grundhugsjónin í tilgongdini er at besti máti at hjálpa einum barni er at hjálpa persónum ið hava umsorgan fyri barninum.

Tilgongdin er gjørd út frá trimum “sensitivum” grundreglum og harafturat átta leiðreglum fyri eitt gott samspæl. Kjarnin í tilgongdini eru átta evni um samspæl, sum tilgongdin lýsir sum tríggjar samrøður.

ICDP kann brúkast til nógvar ymiskar málbólkar. Tískil eru eisini ymiskar útgávur ið eru gjørdar til ymisk relatiónsprofessionell — út frá somu grundleggjandi grundreglum. Í Føroyum verður ICDP brúkt sum førleikamenning til ymisk relatiónsyrki: dagrøkt, námsfrøðing, lærara og hjálparfólk.

Sambært ICDP er tað góða samskiftið grundað á teir tríggjar dialogarnar sum fevna um ávikavist tann kensluliga, meiningsfulla og leiðbeinandi dialogin. Hetta snýr seg eitt nú um at vísa gleði fyri barninum, viðurkenna tað, fanga uppmerksemið hjá barninum við eldhuga og at skapa karmarnar vegleiðandi.

“Hesar átta leiðreglurnar eru kjarnin í hvussu gott samskifti verður skapt,” sigur Ugur Kevioglu. “Øll sambond vit hava við onnur menniskju eru pakkað inn í hesi átta samanspælstemuni.” 

Sostatt gevur ICDP eitt greitt definerað yvirlit yvir hvussu tað góða samskiftið eigur at fara fram.

“Við at fylgja hesum verður man meira varugur við hvat børnini siga og gera, og hvat tey veruliga meina við tí sum tey siga og gera,” greiðir Ugur Kevioglu frá. “Hesin relatiónsførleikin fær lærararnar at hugsa um hvussu teirra relatión veruliga er við børnini. Tí trivnaður kemur bara tá har eru góð sambond.”

“Nógvir lærarar hava ikki orkuna til larmandi børn og rok í flokkinum, men hetta kann vera eitt amboð til at koma hesum trupulleikanum til lívs,” sigur hann.

“Í stuttum snýr tað seg um hjá læraranum at fáa størri fokus á seg sjálvan tá ið talan er um hvussu ein sjálvur kann skapa betri relatión við børnini.”

“Man hevur fokus á sín egna relatiónsførleika,” sigur Ugur Kevioglu. “Fyri at styrkja trivnaðin hjá børnum so mást tú arbeiða við teimum vaksnu sum eru um børnini. Um tey vaksnu duga væl at samskifta og at tillaga seg tørvin hjá børnunum, so fara børnini at trívast betur. Tú kanst ikki broyta eitt barn, men tú kanst broyta karmarnar hjá teimum.”

Les alla greinina í Skúlablað nr 3, 2021.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here