‘Gera tilboðini til børnini spennandi og fjølbroytt’: Skótadepilin millum Tjarna í Havnardali tikin í nýtslu

0
69

Skótadepilin millum Tjarna úti í Havnardali varð alment tikin í nýtslu tann 14. juli. Á samkomu sum vegna ringt veður í Havnardali varð flutt í hølini hjá KFUM við Hoyvíksvegin, helt Heðin Mortensen borgarstjóri røðu, og kallaði tað “eitt heilsutekin” at Havnin hevur so nógv ymisk tilboð til børnini.

Heðin Mortensen segði millum annað: “Hetta er jú ein stórur dagur hjá tykkum, nú spildurnýggi skótadepilin, sum tit nevna Skótadepilin millum Tjarna, verður tikin í nýtslu. Tað var ein spennandi hending tá ið spakin varð settur í lendið Flaggdagin fyri góðum níggju árum síðani. Tá var hetta bara ein grýtutur berur vøllur nærhendis eini tjørn í Havnardali. Men hyggið so nú níggju ár seinni — nú stendur ein avbera flottur depil til tykkum skótar!”

“Tit hava bæði smáttur, bálstað, øki til legubál, skýli og bálsmátta, sandvøllur til tjørnina og stóri vøllurin, sum er tykkara tjaldingarøki,” vísti borgarstjórin á. “Einki av hesum hevði borið til uttan tað stóra lendis- og byggiarbeiði sum er farið fram á staðnum. Hesum arbeiði hevur Tórshavnar kommuna stuðlað væl. Og so hava eisini grunnar, fyritøkur, kirkjuráð og privatfólk stuðlað arbeiðinum — bæði við peningi og eisini við arbeiðsmegi.”

“Sum eg skilji so hava hesir seinastu dagarnir víst at nýggi skótadepilin riggar ótrúliga væl,” helt borgarstjórin fram. “Hann er partur av hesari leguni hjá tykkum, sum tit nevna Reynalegan. Og tit hava sanniliga nógv á skránni! Tit hava gingið úr Havnardali, umvegis kongavarðarnar til Heinastovu, har tit hava sovið eina nátt. Og har hava tit eisini fiskað síl. Eg havi frætt at tit vóru øgiliga spent at sleppa at fiska, og at okkurt síl eisini beit á tá ið tit vóru við Porkerisvatn. Ein annar gongutúrur hevur verið úr Húsahaga til Sundsá, har tit eisini sum rættir skótar grillaðu góðan føroyskan laks frá grundini. Og tit hava eisini svomið í Gundardali, vitjað á Sløkkiliðsstøðini, í Havnar kirkju, úti á Reyni og róð við teinæringinum og fingið ein stimitúr við nýggja Rescue Lív. So hesir dagarnir eru ein ordans uppliving fyri tykkum øll!”

Hann segði víðari: “Tankin við deplinum er at fáa náttúruna mitt inn í virksemi hjá tykkum. So úti í Havnardali fara tit at hittast til fundir alla summarhálvuna. Tit byrjaðu í 1941 í Losjuni við Tinghúsvegin, tá ið KFUM skótaliðið í Havn varð stovnað. So í ár eru eisini liðin 80 ár síðan stovnanina. Seinni flutti Skótalið KFUM’s niðan her við Hoydalsvegin — tað var á hvítusunnu í 1952. Her eru tit enn, og her fara tit eisini framhaldandi at hava tykkara virksemi vetrarhálvuna.

“Fyri Tórshavnar kommunu er tað eitt heilsutekin at vit hava so nógv ymisk tilboð til børnini,” legði borgarstjórin afturat. “Og her eru skótarnir sanniliga við til at fáa fjálga um og gera tilboðini til børnini í Tórshavnar kommunu spennandi og fjølbroytt. Og nú hava tit so eisini eitt flott og spennandi stað mitt úti í náttúruni. Økið er heilar 13.500 fermetrar, so hetta er positivt og gott fyri tykkara framtíð.”

Heðin Mortensen segði at enda: “Við hesum fari eg at ynskja tykkum hjartaliga til lukku við Skótadeplinum millum Tjarna. Eg fari samstundis at ynskja tykkum blíðan byr og hepna hond við virkseminum.”

Síggj myndafrásøgn…

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here