Biskupstorg fær nýtt flísalag og økið rundanum skal fríðkast meira — Gunvá við Keldu

0
133

Økið kring handils- og íbúðarbygningin Biskupstorg skal fríðkast og gerast meira liðugt. Tað undirstrikar Gunvá við Keldu, forkvinna í Umhvørvis- og Býarskipanarnevndini hjá Klaksvíkar Býráð.  Á kunnandi fundi í nevndini í farnu viku varð tikið undir við at finna “eina aðra, endaliga loysn á flísalagnum í økinum kring eystur- og suðursíðuna av bygninginum.” upplýsti Gunvá við Keldu í einum tíðindaskrivi.

“Tað er ongin loyna at kringumstøður við Biskupstorg ikki hava verið nøktandi,” legði hon afturat. “Loysnin sum nú er vald, umfatar at taka nakað av flísalagnum uppaftur og leggja annað lag á. Samskift hevur verið við veitara um nýggju loysnina, og eftir ætlan kemur tilfarið til landið innan einar sjey vikur.”

“Grønu økini skulu samstundis raðfestast,” skrivaði býráðslimurin víðari.

“Umhvørvis- og býarskipanarnevndin varð kunnað um at grønu økini, sum sambært miðbýarætlanini skuldu verða partur av uttanum økinum, somuleiðis verða umfataði av arbeiðinum ið verður gjørt nú. Peningur er játtaður, og nevndin er samd um at tann grøni parturin vestan fyri ánna og serliga sunnan fyri brúnna verður gjørdur skjótast gjørligt.”

“Aftur at hesum,” segði Gunvá við Keldu, “verður gongd sett á at rudda úti á sjálvari útfyllingini, so alt økið verður snøggari, sjálvt um tað framhaldandi fer at vera eitt byggipláss í rúma tíð.” 

Forkvinnan í Umhvørvis- og Býarskipanarnevndini skoytti uppí at “málið um eina parkeringsloysn verður viðgjørd í nevndini í september umfarinum.” 

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here