Fuglafjørður: Alment útboð av lendi til íbúðarbygging úti á Land

0
69

Í sambandi við verkætlanina “Íbúðarbygging úti á Land”, Fuglafjørður, verður við hesum kunnað um at lendið, umleið 1.672 fermetrar, verður sent út í alment útboð.

Tilfarið í sambandi við útbjóðingina liggur úti á digitala útbjóðingarportalinum iBinder, sí leinkju niðanfyri.

Almenn leinkja…

Til ber eisini at fáa tilfarið útflýggjað á geyma frá Fuglafjarðar kommunu, í Støð 5, FO 530 Fuglafjørður, ella umvegis teldupost.

Spurningar og svar

Í iBinder ber til at seta spurningar til útbjóðingartilfarið.

Eisini ber til at senda skrivligar fyrispurningar til info@fuglafjordur.fo ella við at venda sær til móttøkuna á kommunuskrivstovuni, gerandisdagar millum kl. 10:00 og 15:00 við skrivligum fyrispurningum.

Freistir í sambandi við útboðið

Síðsta freist at bjóða uppá lendið er 25. juni kl. 23.59. Síðsta freist at seta fram spurningar viðv. útboðnum er 14. juni kl. 23.59.

Skjøl í málinum

  1. Skriv um alment útboð
  2. Íbúðarbygging úti á Land_Plantekning nr. 01
  3. Útbjóðingarskriv sum PowerPoint og pdf
  4. Tilboðslisti

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here