Mentanarhúsið í Klaksvík reist

0
82

Hósdagin 17. juni varð boðið til hátíðarhald í Mentanarhúsinum í Klaksvík í samband við at húsið varð reist. Teir sjey tons tungu høvuðsdragararnir, sum samstundis eru teknikbrúgvar, vóru komnir upp at liggja, Klaksvíkar Hornorkestur spældi og røður vórðu hildnar.

Jóhanna C. Christiansen hugleiddi um byrjanina og ta stuttu tíð, byggingin hevur tikið – eitt ár frá at rættiliga var farið undir at byggja, til tað longu nú var reisigildi.

Eisini hevði Klaksvíkar Sjónleikarafelag eina hugvekjandi hugleiðing um teirra leiklut í komandi mentanarhúsinum  — við skeivum og skemtiligum vinklum.

“Gongst eftir ætlan, verður flutt inn komandi summar,” sigur Klaksvíkar Kommuna.

“Boðið var inn til byggifeløg, ráðgevarar, býráð, stýri og stuðlar. Men sjávandi vóru menninir sum hava staðið fyri byggingini í miðdeplinum — hetta eru dugnaligir menn frá Rumenia sum Kanjon hevur leigað inn til uppgávuna. Teir hava evnað frálíku tekningarnar hjá Ósbjørn Jacobsen til eitt snotiligt hús í miðdeplinum í Klaksvík.”

Myndafrásøgn…

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here