Gróttrappa á gomlu bygdagøtuni millum Gøtu og Leirvík er umvæld og gøtan betur merkt

0
38
Útsýni av Leirvíksfjalli yvir Norðragøtu og Gøtugjógv. Mynd: Eysturkommuna.

Herfyri skipaði Visit Faroe Islands fyri Closed for Maintenance átakinum, og fyri fyrstu ferð í hesum høpi varð fór partur av átakinum fram í Eysturkommunu. Har arbeiddu 12 fólk, harav níggju útlendingar, í tríggjar dagar, upplýsti Eysturkommuna.

“Áðrenn vegin og [áðrenn] tunnilin millum Gøtu og Leirvík varð gjørdur, máttu gongufólk stríða seg uppá 336 metra hædd upp um Leirvíksfjall,” vísti Eysturkommuna á. 

“Hendan aldargamla farleiðin er vøkur og væl gjørd við steintrappum og rekkverki. Ein gomul trappa er nú farin so illa at hon skuldi laðast av nýggjum. Hendan er nú gjørd av nýggjum, soleiðis at hon enn er úr gróti og sær natúrlig út. Eisini er sement og jarnstengur brúktar, so tað skal verða trygt og gott hjá øllum at ganga, av tí at hetta er ein brattur stíggjur.”

Adrian Stauss, grótlaðari, luttók sum lokalt hjálparfólk.

“Harafturat vóðru steyrar settir niður allan vegin eftir gøtuni, soleiðis at hon nú er væl betur merkt enn áður,” varð víðari upplýst.

Les meira og síggj myndir

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here