Múlafossur dregur ferðafólk men trygdin er ein spurningur — video

0
97

 

Ikoniski Múlafossur í Gásadali er eitt tað merkisstað í Føroyum sum lokkar flest ferðafólk til sín. Meðan Trøllanes og Kallurin á Kalsoynni kanska eru líka so eyðkend og áhugaverd — ikki minst nú við serligum James Bond sambandi — so er framvegis munandi lættari og høgligari at gera eitt rend til Gásadals, í øllum førum fyri tey mongu ið koma til Føroya umvegis Vága Floghavn. Tí kann Múlafossur væl vera mest vitjaða merkisstað í tí føroysku natúruni.

“Eg haldi her koma útlendingar hvønn einasta dag,” segði ein bóndi í Gásadali vit tosaðu við. “Tað vísir seg at tey koma í øllum veðri, tað er sum um at tað ger ikki mun.”

Tá vit komu har ein túr tann 17. oktober, møttu vit ikki óvæntað einum bólki av eini 10-12 útlendskum ferðafólkum ið vóru komin at síggja tann víða gitna fossin.

Kappingin er hørð aðrastaðni frá, íroknað á oynni, ja stutt frá flogvøllinum hevur Leitisvatn við Bøsdalafossi og Trælanípuni sum vitiligt vunnið vaksandi áhuga tey seinnu árini. 

Trygd og pengar

Men hvussu er tað við trygdini nógva staðni við slík merkisstøð í Føroyum? Á útsýnispostinum til Múlafoss, bara fyri at taka eitt dømi, kann vera lívshættisligt at ganga um illa vil til, og tann spinkla gyrðingin har sær alt annað enn trygg út. Hvør eigur ábyrgdina, skuldi onkur — Gud forbjóði tí — dottið oman har?

Ein annar spurningur sum ferðaleiðarar seta er hví einki gjald verður tikið fyri at sleppa ferðafólkum at hyggja at slíkum støðum. “Tað kundi saktans kostað nakrar krónur,” viðmerkti ein vestmenningur ið arbeiðir innan ferðavinnuna. “Tílík støð eru jú ofta akkurát tað ið ferðafólk koma til Føroya fyri at síggja, so fyri okkum at vísa tey støðini fram eigur í veruleikanum at verða roknað sum okkara mest týðandi tænastuveiting — og hví skal tað vera púra ókeypis?” 

Hann legði afturat: “At føroyingar ikki skulu gjalda fyri at síggja natúruna í sínum egna landi, munu flest øll her vera samd um; men tað hevur einki við hetta at gera. Tað ber væl til at skipa hesi viðurskifti soleiðis at tað sær út sum at øll gjalda, men har skipanin kortini bara tekur t.d. 0 ella kanska 50 oyru frá teimum sum búgva her í landinum men fullan prís frá øllum øðrum. Hetta kann gerast gjøgnum skipan sum skilir ímillum um gjaldkort eru útgivin av føroyskum peningastovnum ella eru aðrastaðni frá.”

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here