Video: Trom vitjar aftur á slóðina í Gøtu

0
95

Hósdagin 10.juni filmaðu tey fyri seinastu ferð til krimirøðina Trom í Eysturkommunu. Síðani tíðliga í vár hevur filmsliðið ið tekur upp krimirøðina sum Torfinnur Jákupsson hevur skrivað við íblástri frá krimiskaldsøgunum hjá Jógvani Isaksen, verið ymsastaðni kring landið og tikið upp – eisini fleiri ferðir í økjum í Eysturkommunu.

“Filmsverðin er serlig,” viðmerkir Eysturkommuna í einum tíðindastubba, “tí meðan arbeiðið at taka upp fer fram, sæst eingin heildarmynd — bert onkur savning av fólki, stativum, tólum og bilum — men tá søgan so kemur á løriftið, bergtekur hon smá og stór og rívur í okkum, kropp og sál.” 

Mong hava lisið krimisøgurnar hjá Jógvani Isaksen, og við teimum hava vit fingið ein føroyskan krimiskaldskap við føroyskum detektivum og áhugaverdum samtíðarlýsingum og -greiningum. “At hetta hevur týdning og inspirerar mong er sjálvsagt, men stórleikin sum bókmentir skapa fekk eitt nýtt og óvæntað andlit, tá ungi gøtumaðurin Torfinnur Jákupsson greiddi frá sínum ætlanum at skapa stóra kykmyndarøð úr tilfarinum, sum hann greiddi býráðnum í Eysturkommunu frá fyri eini 6-7 árum síðani.”

Víðari stendur í greinastubbanum: “Og tað hevur verið ein stór gleði at síggja hugskot og ætlanir gerast til veruleika, at kunna stuðla verkætlanini frá byrjan og fylgja við gongdini, og so at møta filmsliðnum, leikarum og mongum øðrum starvsfólkum hjá Trom, nú tey løgdu seinastu hond á upptøkurnar í Føroyum í Eysturkommunu og enntá inni í býráðshúsunum í seinastu viku.”

Jógvan Isaksen er gøtumaður, mamman er úr Syðrugøtu og pápin úr Norðragøtu. Torfinnur Jákupsson er eisini gøtumaður, mamman er úr Syðrugøtu og pápin úr Norðragøtu.

Tann ungi gøtudrongurin Flóvin Jónsson Tyril framleiddi eina video um vitjanina av Trom toyminum í Gøtu har Hanna Jensen hevur samrøðu við Torfinn Jákupsson og Jógvan Isaksen. 

https://youtu.be/lb5RlChTT4s

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here