‘Hetta monopolið við tvangslandingum í Føroyum hoyrir ongastaðni heima’ — fakfelagsformaður

0
74

Føroya Skipara- og Navigatørfelag harmast um at tað kostaði manningini á Vágasteini tveir triðingar av hýruni og tvingaði teir niður á minstuløn aftan á toskafiskiskap undir Grønlandi. 

Annfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, er samdur við skiparanum á Vágasteini um at fiskiskipini eiga at kunna landa uttanlands um neyðugt.

“Komnir av góðum túri undan Eysturgrønlandi við 81 tonsum av toski og hýsu, lá tað dagin fyri til at Vágasteinur fór at fáa upp ímóti 30 krónum fyri kilo av toski og hýsu,” segði Skipara- og Navigatørfelagið frá. “Dagin eftir var prísurin tó fallin við meira enn einum helmingi, ella niður í umleið 14 krónur kilo.”

Víðari visti felagið at siga ígjár: “Skiparin á túrinum, Tórhallur Jacobsen, stendur spyrjandi hvussu slíkt kann bera til. Hann heldur at tað nærum bert kann vera tí at ov tætt eigarasamband er millum virkini og skipini í Føroyum, at ráfiskaprísurin brádliga kann taka eitt slíkt dykk og gerast so lágur. Úrslitið av túrinum gjørdist at frá at hava sæð fram til eina hýru á upp í 70.000 krónur til hvønn av manningini, datt manningaparturin niður á 25.000 krónur. Nakað ið svarar til minstuløn yvir teir 20 dagarnar sum skipið var burtur í mai mánaði.”

“Loysnin kann einans vera at skipini sleppa at landa uttanlands,” legði Skipara- og Navigatørfelagið afturat. “Um so var hevði prísurin verið umleið 30 krónur fyri hýsuna, og umleið 25 krónur fyri toskin. Hetta um Vágasteinur var sloppin at landa í Íslandi, Noregi, Skottlandi ella í Danmark.”

Nú liggur so Vágasteinur svínabundin orsakað av troti á manning, skilst.

“Tað er ikki løgið at tað er so torført at fáa manning tá viðurskiftini eru so vánalig,” viðmerkti Tórhallur Jacobsen skipari í samrøðu við heimasíðuna hjá Skipara- og Navigatørfelagnum. “Eingin tímir slíkt,” segði skiparin, sum sambært fakfelagnum síðani hevur tikið av kjansi sum stýrimaður við grønlendskum nótaskipi.

Annfinnur Garðalíð formaður tók fult undir við Tórhalli Jacobsen. “Øll vita tað at línuflotin hevur tað nóg torført frammanundan. Vit kunnu tí ikki blíva við at tvinga føroysku skipini at landa í Føroyum, tá prísurin er so óstøðugur og lágur sum hann vísir seg at vera. Tey mugu sjálvandi fáa loyvi at landa aðrastaðni, so bæði manning og skip fáa tann prísin sum ein fríur marknaður vil rinda teimum fyri rávøruna. Hetta monopolið við tvangslandingum í Føroyum hoyrir ongastaðni heima.”

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here