Motorsúkklistar byggja felagshús

0
104

MC-felagið, sum í fleiri ár hevur ynskt sær eitt felagshús, er nú komið væl áleiðis at byggja, upplýsir Tórshavnar Kommuna. Sum skilst hevur felagið fyri motorsúkklufólkið í longri tíð kannað møguleikarnar fyri hóskandi staðseting, og samskifti við Tórshavnar Kommunu hevur verið partur av hesum — “og í fjør bleiv so ein avtala gjørd um eitt gott øki úti millum gamla og nýggja Velbastaðvegin,” boðaði kommunan frá ígjár.

“So fóru fyrireikingarnar í gongd. Tekning varð gjørd, fyri einum kombineraðum høli bæði við garasju til motorsúkklurnar og við felagshøli. Elementini vóðru bygd í einum smiðjubygningi í Smiðjugerði, og grundin á økinum bleiv stoypt.”

“Síðani møttust limirnir kl. 8 í morgun (2. oktober), og tey hava smíðað í allan dag,” varð víðari sagt frá. Kl.15:30 varð so reisigildið hildið, við kaffi og køku og røðum afturvið.

Heðin Mortensen borgarstjóri nýtti høvið at ynskja MC-felagnum tillukku við tí nýggja húsinum.  Vegna Tórshavnar Kommunu gleddist hann um tað fjølbroytna virksemið í øllum teimum mongu áhugafeløgunum í kommuni.

“Um man spælir bridge, sparkar fótbólt, skjýtur leirdúgvur ella venur seyðahundar, tað er ikki so viktigt,” segði hann. “Sakin er samanhaldið. Einki er meira natúrligt enn tað at fólk við felags áhuga finna saman. Hjá summum er tað súkklur, hjá tykkum er tað motorsúkklur. Og eg skilji væl tykkara áhuga. Tí eg átti eisini motorsúkklur, fyrst eina BSA, og síðani eina Nimbus.”

Borgarstjórin var eisini inni á fólkaheilsu hugtakinum. 

“Nú er tað ikki tí eg sum royni at renna morguntúrar, skal koma her og fortelja tykkum hvussu sunt tað hevði verðið um limirnir í MC-felagnum annan hvønn túr skiftu motor-súkkluna um við traðki-súkkluna,” segði hann. “Fólkaheilsa er annað og meir enn tað sum fær pulsin upp og sveittan fram. Fólkaheilsa er eisini felagskapur, rundanum alt tað sum ger okkum glað, og gevur meining. Felagslívið er sunt fyri sálina, fyri samanhaldið, fyri samfelagið sum heild.”

“Tá tit strúka avstað gjøgnum tað vakra føroyska landslagið, so er tað í stóran mun eisini við til at skapa góðar felags upplivingar,” legði Heðin Mortensen afturat. “Og fyri øll okkum onnur er tað í øllum førum eisini ein fragd at síggja allar hesar flottu motorsúkklurnar í býarmyndini.”

Borgarstjórin var sannførdur um at hetta nýggja húsið fer at gerast ein góður karmur um limavirksemið hjá MC-felagnum, og hann endaði við at ynskja limunum til lukku og góða eydnu.

Formaður í MC-felagnum, Páll Jarnfoss, segði eisini nøkur orð vegna felagið. Hann tosaði um hvussu leingi MC-felagið hevur ynskt sær eitt felagshús, og hvussu tey hava arbeitt fram ímóti at hetta skuldi gerast veruleiki.

Formaðurin rósti limunum í MC-felagnum fyri at tey høvdu verðið dugnalig at lyfta hesa uppgávuna í felag, og fegnaðist um tað stóra takið sum varð tikið hendan leygardagin. Páll Jarnfoss takkaði eisini Tórshavnar Kommunu fyri gott samstarv. 

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here