Niclas og Lena undirhalda á Summarkvøldi við Toftavatn

0
113

Mikukvøldið 16. juni kl. 18 er tiltakið ‘Summarkvøld við Toftavatn’ aftur á skrá, upplýsa Runavíkar og Nes kommunur. Summarkvøld við Toftavatn er eitt afturvendandi tiltak, ið tekur støði í verkætlanini við gøtuni runt Toftavatn, ið tær báðar kommunurnar eru felags um.

“Farið verður avstað av tveimum støðum kl. 17:50 frá Skúlanum við Løkin og av Svangaskarði,” skriva grannnakommunurnar báðar á sínum heimasíðum.

“Í ár hugleiðir Niclas Johannesen, Niclas og Lena framføra. Eisini verða felagssangir sungnir.”

Lagt verður afturat: “Talan er um eitt sera hugnaligt barna- og familjuvinarligt tiltak, har burgarar og okkurt at drekka verða at fáa ókeypis.”

Samstundis verður mint á tey almennu Korona-tilmælini.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here