‘Eingin eigur at verða hóttur ella kenna seg hóttan av at gera sítt arbeiði og tæna okkara samfelagi’

0
201

Aftan á søgur um ólógligar hóttanir á sosialum miðlum móti granskarum og undirvísarum í Føroyum, hevur Chik Collins, rektari á Fróðskaparsetri Føroya, sent út eitt alment skriv, har hann vegna Fróðskaparsetrið “harmast almikið um hetta og fordømir hetta rák.”

ĺ skrivinum, dagfest tann 17. august, innleiddi rektarin — undir yvirskriftini “Hóttanir hoyra ongastaðni heima” — við fylgjandi staðfesting: “Sjálvandi skulu granskarar og undirvísarar á universitetum tola hvassan kritikk, men hóttanir og grovur ágangur er á ongan hátt fyri mark.”

“Leikluturin hjá universitetum er stórur í dagsins samfeløgum,” vísti Chik Collins síðan á. “Setningur teirra er at útbúgva fólk so at tey hava neyðugu vitanina til at vera við í rakstri og menning av sínum samfeløgum, og at tryggja at fólk hava skil fyri at luttaka í vitbornum orðaskifti um handfaring av samtíðarmálum og avbjóðingum.” 

“Eisini hava universitet ta alstóru uppgávuna at framleiða nýggja vitan, so vit betur kunnu skilja heim okkara og trupulleikarnar sum eru í honum, við tí fyri eyga at okkara samfeløg verða dubbað til at fara undir at loysa teir,” segði rektarin víðari.

“Undirvísarar og granskarar á universitetum ganga sjálvsagt undir ta treyt at teirra arbeiði verður lagt undir almennan, kritiskan lupp og verður kjakevni — onkuntíð eisini sera bersøgið. Tó kann og eigur tað ikki at góðtakast at undirvísarar og granskarar eru fyri grovum ágangi ella verða persónliga hóttir tá teir bera fram sína vitan og fatan fyri sínum granskingarumhvørvi og fyri almenningin annars. Seinastu árini hevur hetta seinasta tikið dik á seg, og rákið hevur fingið megi og hevur breitt seg við sosialu miðlunum.”

“Fróðskaparsetur Føroya harmast almikið um hetta og fordømir hetta rák,” helt Chik Collins fram. “Og vit vóna at føroyska samfelagið og myndugleikarnir eisini vilja fordøma tað.” 

Hann legði afturat: “Sjálvsagt hava borgarar í føroyska samfelagnum rætt at vera ósamdir við sjónarmið og meiningar hjá granskarum, um tað so er rætt ella skeivt, men sum samfelag mugu vit tryggja at slíkar ósemjur fara fram á mentaðari grund og ongantíð við hóttanum. Eingin eigur at verða hóttur ella kenna seg hóttan av at gera sítt arbeiði og tæna okkara samfelagi.”

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here