Martin T. Zachariassen er nýggjur prorektari fyri útbúgving og góðskumenning

0
146

Martin Tvede Zachariasen, fyrrverandi rektari á IT-Universitetinum í Keypmannahavn, hevur játtað parttíð at stuðla Fróðskaparsetri Føroya við at skipa ta nýggju masterútbúgvingina í dátuvísindum á Náttúruvísindadeildini umframt at virka sum prorektari fyri útbúgving og góðskumenning.

Martin, sum hevur verið rektari á ITU í Keypmannahavn seinastu árini, er settur í parttíðar fyribilsstarv sum prorektari fyri undirvísing og góðsku á Fróðskaparsetri Føroya, uppýsti Fróðskaparsetrið mánadagin. Harafturat er avtalað at Martin skal stuðla Setrinum at skipa nýggju masterútbúgvingina í dátuvísindum, sum Mentamálaráðið hevur útvegað játtan til.

“Umframt at hava staðið á odda fyri ITU, er Martin Tvede Zachariasen PhD, Dr. Scient og er adjungeraður professari í teldufrøði á Setrinum, so fakligu førleikarnir til at fyrireika nýggju útbúgvingarligu KT-kósina í Føroyum mugu sigast at vera í lagi,” viðmerkti Fróðskaparsetrið í tíðindaskrivi.

Fróðskaparsetrið hevur gjørt fyribilsavtalu við Martin Tvede Zachariasen frá 14. februar, og hann fer at brúka fjórðingstíð til arbeiðið, varð víðari upplýst.

“Vit eru sera fegin um at hava fingið høvi til at gagnnýta mongu førleikarnar hjá Martini til framhaldandi menning av Fróðskaparsetrinum, at styrkja okkara góðskumenningarskipan, umframt at leggja lunnar undir  masterútbúgvingina í dátuvísindum á Náttúruvísindadeildini,” segði Chik Collins, rektari.

Rektarin legði afturat: “Eg ivist ikki í at Martinsa íkast fer at gagna okkum væl. Og so er tað eisini stuttligt at bjóða honum vælafturkomnan, tí hann tók jú sína bachelor útbúgving her á sinni, og so er pápi hansara, Petur, eisini ein av fyrrverandi rektarunum á Setrinum.”

Fyri Martin Tvede Zachariasen, sum skal byrja í tí nýggja starvinum tann 14. februar, var tað ikki torført at takka ja, skilst.

“Í sambandi við at eg gavst sum rektari á IT-Universitetinum á nýggjárinum, vildi eg sera fegin brúka eitt sindur av orku upp á at hjálpa til við leiðsluuppgávunum á Setrinum,” segði hann. “Eg havi verið knýttur at Setrinum bæði sum adjungeraður professari og sum varalimur í stýrinum í mong ár. Eisini haldi eg at Setrið er í eini spennandi menning í løtuni, og eg vil fegin brúka mínar royndir og netverk frá donskum universitetum til at hjálpa til við arbeiðssetninginum sum nú stendur fyri framman á dátuvísindaliga økinum.”

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here