Nøkur færri enn seinast hava fingið tilboð um lestrarpláss á Setrinum

0
122

313 av 455 umsøkjarum hava fingið játtað atgongd til hægri lestur á Fróðskaparsetri Føroyar til komandi lestrarár, tað er 18 færri enn fyri einum ári síðani.

“Lestrarskrivstovan á Fróðskaparsetrinum hevur í dag givið 313 av teimum 455 umsøkjarunum tilboð um lestrarpláss,” upplýsti Setrið fyrrapartin.

“Tey hava havt úr at gera seinastu dagarnar á Lestrarskrivstovuni á Setrinum. 455 umsóknir hava verið undir luppinum, og fyrrapartin var so komið á mál, tá tilsamans 313 høvdu fingið tilboð um at fara undir hægri lestur á Fróðskaparsetrinum eftir summarsteðgin.” 

Víðari varð upplýst at 234 menn og kvinnur hava fingið í boði at byrja bachelor lestur, at 74 kunnu taka av lestrarplássi á master stigi og fimm á hjánámi.

Talið á teimum ið kunnu byrja lestur á Fróðskaparsetrinum lækkar nakað í ár í mun til í fjør men hækkar tó í mun til árið fyri. 

“Í 2019 fingu 286 tilboð um lestrarpláss á Setrinum, í 2020 var talið 331, og í ár fáa altso 313 tilboð um lestrarpláss, tá lestrarárið byrjar aftur eftir summarfrítíðina.”

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here