Skælingur: Her slepst illa at við báti — video

0
76

Mynda- og ljóðupptøkur av fjøruni í Skælingi, stutt sunnan fyri Leynar á vestursíðuni á Streymoynni. Skælingur liggur beint undir fjallinum av sama navni (tað 19. hægsta í Føroyum, 767 metrar) og hevur hampiliga gott vegasamband. Bygdin liggur beint við havið, men hevur tó onga lending, og ikki slepst oman til sjóvarmálan. Hetta er tiltikið brimpláss, og onkuntíð brýtur einar 100 metrar upp á vegin sum gongur eftir tí høga bakkanum beint norðan fyri bygdina. Innspælingin varð gjørd tann 13. september 2021, í rættiliga góðum veðri.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here