Strandaði men slapp snikkaleysur: Eivind til sýn á skipasmiðju

0
172

Tað eydnaðist væl fyrrapartin hjá skipasmiðju fyritøkuni MEST at fáa Eivind leysan av Flesjunum, har línuskipið hevði rent á sker ígjár og stóð uppi á turrum. Stutt fyri middag varð Eivind lagdur til kai hjá skipasmiðjuni aftaná at hann varð fingin aftur á flot fyri síðan at verða sleipaður inn á Havnina av Pressaranum. Tíbetur stóðst eingin fólkaskaði av øllum tilburðinum, og sum skilst kom heldur eingin skaði yvirhøvur á skipið, hvørki nakað hol í skrokkin ella nakað annað at síggja til — har var ímorgun einans staðfest nakrar smávegur skøvur og buglur í kjølinum. Nú skal so Eivind sambært galdandi lóg og reglur sýnast av nýggjum aftan á hendingina, og ætlanin var at fáa hann upp á beding ídag ella ímorgin.

Línuskipið út fyri Nólsoy, á veg inn á Havnina við hjálp av Pressaranum.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here