Video: Hvíttaður Hoyvíkshólmur

0
139

Hann stendur har so stinnur og hevur staðið í óteljandi øldir. Avhólvaður dag og dagliga av hørðum, áhaldandi streymum og stoytum av aldu uttan íhald. Hólmurin verjir Hoyvíks strendur so manniliga — alt meðan hann, uttan at vit síggja ella merkja tað, minkar so spakuliga, eitt evarska lítið vet, so við og við sum tær endaleysu tíðirnar renna, meðan sjógvarnir skola og vindarnir blæsa.

Sunnudagin 7. november var brim í Havn og har um leiðir, og samstundis var lítil og eingin vindur, ei heldur avfall, kavi ella frost. Veðrið var av tí frægasta ein kann ynskja sær í Føroyum hesa ársins tíð.

Vit náddu ein skjótan túr oman í fjøruna í Hoyvík beint áðrenn skýming og høvdu upptøkutól við. Har var hugtakandi at síggja Hoyvíkshólm, fleiri ferðir mestsum undir í skúmi frá brestandi bylgjum. Tað sama kundi sigast um tað nógva av strondini allan vegin av Eystfalsskeri út á Hvítanes.

Og tá tala vit ikki um ljóðið, hetta púra rúnarbindandi, bergtakandi sjóðið við dunandi bakgrundstónum — eitt túsundfalt brús, skvatl og tutl aftur við havsins bassi, slurki, tjumsi og smellum hvørt um annað, alt kókandi í einum øgiligum kóri. Ein fragd fyri oyrað, tað má sigast; men samstundis bæði hulisliga hugleiðandi og merkiliga tankavekjandi, viðhvørt eisini ræðandi og vandakent.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here