Fuglafjarðar Havn: Ein vaksandi altjóða fiski- og alivinnudepil — video

0
228

 

Rólant Højsted, havnarstjóri:

Havsbrún er so tað [sum stendur fyri tí allar mesta virkseminum]. Har eru skip hvønn dag, also til dømis flyta tey fóður út runt í Føroyum sjóvegis, og eftir vegakervinum, og so fáa teir tilsetning til mjølið, og tá fara tey eisini at senda mjølið út, og lýsi.

Og so er tað Bergfrost, fyri at taka tað úteftir. Teir taka ímóti frá Pelagos millum annað, og eisini skip landa hartil; og teir hava frystigoymslu, og har er nokkso nógv — rættiliga nógv.

So er tað Pelagos, har eru nógv skip. Also har liggja skip hvønn einasta dag gjøgnum alla sesongina; tað er kanska tríggjar-fýra mánaðir um árið. 

Og í tí sama eru øll hesi her útlendsku skipini, og tey føroysku, sum bunkra harúti. Tað eru nógv.

Tá er tað eisini skip sum koma eftir troli, reparera trol og hvørt av sínum hjá Vónini. Og her er… Vit hava KJ, og vit hava Petur Larsen, og forskelligt annað, og tey koma eisini at reperera. Planurin hevur verið at fingið 80 metrar afturat, norðureftir sum fuglfirðingar siga, ella beint suðureftir, fram har sum bunkarið er og longur út, soleiðis at vit klára eina funktión afturat. Tí har eru nógv skip, sum koma til Bergfrost, Pelagos og bunkring, og tað er bara tríggjar [funktiónir]. So um lýsi eisini skal í land har, so… ĺ verandi løtu er tað í so trongt, also nú má onkur bíða viðhvørt eftir antin at bunkra ella avskipa, ella leggja upp til Bergfrost. Men vissi vit fáa hasar 80 metrarnar afturat, so fáa vit fyrst tænt øllum í senn, tá tað stendur á, pluss tað at vit kunnu fáa aðra ferðslu inn at bunkra; tí her fara nógv skip framvið her, sum vit faktiskt siga nei til, tí vit hava ikki pláss til tað í løtuni. So, tað vænti eg fer at økja eitt sindur um trafikkin. 

Ja vit hava nógvan trafikk, tað liggur um 1.000 skip um árið tey síðstu árini. Teir [Havsbrún] flyta longu eina ferð um vikuna niður til Skotlands við fóðri, so tað økir alt um tonsatalið sum fer út og inn.

Nú veit eg ikki um tað er heilt endaligt, men tað er nær við, haldi eg. So eg vóni og rokni við at tað fer í gongd komandi ár. Fóðurkaain verður longd við 70 metrum, og teir skulu hava eyka battarí har av tangum. Ja. tað veksur øgiliga nógv um upplandið, bæði har úti og her. Ja, hatta eru nógvir pengar. 

Vissi tú byrjar í januar mánað, so var tað vanligt at nótabátarnar fóru niður at fiska makrel niðri við Shetland men tað er ikki møguligt akkurát nú. Tí er tað nokkso heppið at teir fingu lodnu í ĺslandi ístaðin fyri. So tað bleiv so landað í januar ella februar mánað í ár, og so koyrir svartkjafturin út í cirka mai-juni, so kemur steðgur í. Men í ár er byrjaðu teir nokkso tíðliga at fiska makrel ella leita eftir makreli. So nú er har meira næstan alt árið sum man sigur; og nú koyrir tað, vænti eg, til jólar við fullum trykki.

Vit fáa 80 metrar afturat við rættiliga stórum dýpi, tað fer heilt niður á meir enn 20 metur. So vit hava eini 100 metrar har beint, har tað er frá 14-15 metur niður á 20 metur, og restin liggur um 12-13 metur. Eg haldi ikki tað er nakrastaðnis í Norðurlondum her — so nógv.

Ja tað størsta skipið sum vit hava havt inni, tað var 240 metrar, haldi eg. Vit hava havt fleiri uppímóti har, yvir 200 metrar. Tað er einki problem, bara veðrið er til vildar.

Leinki til film: Vimeo | YouTube

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here