Gongur skjótt framá við havnarútbygging í Fuglafirði

0
156

Arbeiðið at víðka havnarlagið í Fuglafirði og byggja eina nýgga atløgubryggju fyri Fóðurdeildina hjá Havsbrún gongur skjótt framá og verður helst liðugt um einar 8-9 mánaðir.

Fyri nøkrum mánaðum síðan varð farið undir at fylla út við gróti, og í løtuni verður arbeitt uppá at seta spunsjørn í so forkantur kann gerast til bryggjuna. Tann nýggja bryggjan gongur 70 metur heimeftir móti Fuglafjarðar býi pluss 20 m útfrá og síðan 28 m afturat í eitt horn heimeftir.

“Hetta arbeiðið hjá okkum verður væntandi liðugt í mai 2022,” segði Jákup Martin Kjeld, stjóri á Rókini, ið stendur fyri byggingini.

Núverandi menning av havnarlagnum í Fuglafirði, sum eisini umfatar eitt stórt øki til goymslu fyri Fóðurdeildina, varð mett neyðug í sambandi við eina munandi økta framleiðslu hjá Havsbrún aftaná at eigarin Bakkafrost í 2019 keypti The Scottish Salmon Company og harvið útvegaði ein nýggjan stórkunda til fóður við ávirkan á avsetningin sum merkist av álvara.

Fuglafjarðar kommuna og Bakkafrost vegna Havsbrún undirskrivaðu á heysti í 2019 ein 15 ára sáttmála í sambandi við útbygging av Fuglafjarðar Havn. ĺ sáttmálanum, sum nakað ið ikki var roynt fyrr, liggur at ein fyritøka stendur sum eigari av tí nýggja havnarøkinum talan er um og stendur samstundis fyri høvuðspartinum av íløguni so væl sum viðlíkahaldi av ognini; samstundis skal ein brúksavtala millum partarnar tryggja kommununi og almenninginum atgongd til at kunna ferðast yvir og á økinum.

Tann nýggi parturin av havnarlagnum í Fuglafirði er ein víðkan av verandi Fóðurkai og skal sambært sáttmálan, hóast ognarskap av Bakkafrost, roknast sum partur av Fuglafjarðar Havn við brúksrættindum fyri kommununa og havnarmyndugleikan.

Talan er tilsamans um eina íløguætlan upp á so mikið sum einar 500 milliónir krónur yvir eitt áramál, varð upplýst í 2019.

Arbeitt verður við at seta spunsjørn í so forkantur kann gerast til bryggjuna.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here