Nú bryggjan við sølutorgið er liðug: Kunnu breiðka meira í Vágsbotni

0
110

Bryggjan við sølutorgið í Vágsbotni er nú liðug, soleiðis at kaikanturin har er eisini gjørdur til eina hugnaliga gongugøtu úr timbri har pláss er at ganga framvið og handla, bæði á tí síðuni sum vendir inn móti landi og hinari síðuni sum vendir út móti sjónum. 

“Í morgun hittust borgarstjórin og formaðurin í havnanevndini niðri á brúnni,” skrivaði Tórshavnar Kommuna í einum tíðindastubba. “Báðir fegnaðust um hvussu skjótt arbeiðið hevði gingið. Grót- og betongarbeiðið var sum avtalað liðugt áðrenn drottningin kom og nú er dekkið eisini gjørt til tiðina.”

“Hetta økir um trivnaðin, sølutorgið kann selja báðar vegir, betri møguleikar eru hjá bátunum, møguleikarnir eru betri fyri útiborðreiðing og tiltøkum, og sum heild verður betri pláss,” viðmerktu Heðin Mortensen og Kári Johansen.

Borgarstjórin staðfesti somuleiðis “at møguleiki er nú fyri at breiðka aðrar partar av atløgubrúnni.”

Tórshavnar Býráð samtykti tann 29. apríl at taka av einum tilboð frá Articon upp á eina sokallaða elementloysn, og sama byggifelag hevur eisini staðið fyri arbeiðinum. Havnanevndin mælti aftan á lisitatión til at taka av tilboð frá Articon upp á slakar 1,9 milliónir krónur.

“Sáttmálin varð undirskrivaður 10. mai og longu nú er arbeiðið liðugt,” varð víðari sligið fast í tíðindastubbanum. 

Soleiðis er bryggjukanturin framman fyri sølutorgið í Vágsbotni breiðkaður 2,5 metur yvir eitt strekki upp á umleið 35 m fram við bryggjuni, umframt at gongubreytin vestureftir er breiðkað.

Vágsbotnur er tey seinnu árini alsamt meira vorðin partur av miðbýarlívinum við matstovum og kafe’um og tí væl kenda sølutorginum har feskur fiskur ofta kann keypast. 

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here