Vónin seldi aftur í 2020 fyri yvir 500 milliónir

0
147

Árið 2020 gjørdist enn eitt gott ár hjá Vónin samtakinum, og tað fíggjarliga úrslitið gjørdist 53,4 milliónir krónur, í mun til 52,9 mió. kr. árið fyri, upplýsir felagið. 

“Sølan fyri samtakið var tilsamans 511,2 mió. kr. í 2020, mótvegis 522,4 mió. í 2019,” viðmerkti Hjalmar H. Petersen, stjóri. “Men hóast sølan minkaði frá 2019 til 2020 vegna Covid-19, megnaði Vónin samtakið at tillaga raksturin, soleiðis at úrslitið bleiv betur enn undanfarna ár.” 

Við ársenda 2020 var eginognin fyri Vónin samtakið 308,3 mió. kr. í mun til 275,2 mió. kr. árið fyri. 

“Umleið tveir triðingar av samlaðu søluni hjá samtakinum er til kundar uttanfyri Føroyar,” segði Hjalmar H. Petersen víðari. “Meira enn ein triðingur av tí samlaðu søluni er til alivinnuna, har ið Vónin samtakið serliga hevur upplivað ein vøkstur á tí skotska marknaðinum.” 

Vónin samtakið fevnir um feløg í Føroyum, Grønlandi, Kanada, Íslandi, Danmark, Norra og Litava. Í Føroyum hevur Vónin tríggjar deildir — eina í Norðskála fyri alivinnuna, eina í Fuglafirði fyri uppsjóvarvinnuna, og eina í Havn fyri botn- og rækjutrolsvinnuna. 

“Felagið í Grønlandi, Qalut Vónin, ið hevur góða staðseting á fýra týðandi havnum, hevur virkað til at Vónin er blivin størsti veitari til botn- og rækjutrolsvinnuna á marknaðinum,” segði Hjalmar H. Petersen. 

“Eitt nýmótans framleiðsluvirki í Litava, við sínum núverandi 10.000 fermetrum og umleið 250 starvsfólkum, tryggjar at karmarnir fyri at Vónin kann veita eina álítandi og kappingarføra vøru av hágóðsku til fiski- og alivinnuna um alt Norður Atlantshavið er til staðar.” 

“Fyri at vera slóðbrótandi á marknaðinum hevur Vónin valt at styrkja sítt grundarlag innan nýmenning av fiskaútgerð,” legði stjórin afturat. “Vónin hevur keypt donsku menningarfyritøkuna Volu Ventis ApS, ið hevur drúgvar royndir innan aero- og hydrodynamik.” 

Vónin er eitt av tólv feløgum sum eru við í verkætlanini Burðardygt Vinnulív við endamáli at menna burðardyggar mannagongdir í føroyska vinnulívinum og lúka krøvini hjá ST um burðardygga menning. 

Vónin samtakið er veitari til fiski- og alivinnuna. Fiskivinnuútgerð fevnir um pelagisk og semipelagisk trol, botn-og rækjutrol, nótir, skiljiristir, trollemmar, rúsur og annað. Til alivinnuna eru veitingarnar framleiðsla og søla av nótum, akkersskipanir, fuglanet umframt vasking og umvælingar av nótum við meira. Til aðrar vinnur selur Vónin eitt nú veirar, ketur, tog, net og lyftiútgerð.

Starvsfólkatalið í samtakinum er umleið 450 við ársenda 2020, og av teimum starvast 100 í Føroyum. 

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here