Friday, September 30, 2022
HomeHeilsaSuffía Olsen heiðrað sum ‘Ársins Fyrstuhjálpari’ 

Suffía Olsen heiðrað sum ‘Ársins Fyrstuhjálpari’ 

Heiðurin sum Ársins Fyrstihjálpari 2021 fer til Suffíu Olsen fyri “framúr avrik í likamligari fyrstuhjálp,” boðaði Reyði Krossur Føroya frá.

“Suffía og familjan ótu døgurða, tá pápi hennara brádliga fekk hjartasteðg,” segði Reyði Krossur Føroya víðari. “Ímeðan mamman og yngra systirin ringdu 112, var Suffía skjót at fremja lívbjargandi fyrstuhjálp til sjúkrabilur kom á staðið. Av tí at Suffía handlaði so skjótt og gav munagóða fyrstuhjálp, kann pápi hennara, Pauli, liva eitt vanligt lív uttan varðandi mein. Suffía vísir gott yvirskot og orku, at hon megnar at fáa lítlusystrina burturfrá saman við mammuni, hóast tær vóru ræðsluslignar. Tað krevur dirvi at halda høvdið kalt og minnast mannagongdirnar tá ið ein so nær í familju fær hjartasteðg.”

Heiðursbræv verður eisini latið til Gilla Sjúrðarson Holm, sum í summar 2021 kom fram á ein mann sum hevði fingið hjartasteðg, og fór beint í gongd við at geva lívbjargandi fyrstuhjálp inntil sjúkrabilurin kom á staðið — lítil ivi man vera um at hevði Gilli ikki verið har so hevði maðurin helst ikki yvirlivað. 

Harumframt fáa starvsfólk á Grant eisini heiðursbræv fyri at veita góða fyrstuhjálp — bæði kropsliga og sálarliga — tá ið ein starvsfelagið var óheppin og skar seg illa á einum rúti.   

Øll trý fáa heiðursbræv og blómutyssi frá Reyða Krossi, umframt at Ársins Fyrstihjálpari 2021 fær eina peningagávu frá Betri.

Í ár fáa fýra børn Ársins Barnaheiður fyri serstakt avrik innan fyrstuhjálp, varð harafturat upplýst. “Talan er um tvær hendingar. Í eini hendingini fyribyrgja nakrir smádreingir eini vanlukku, tá teir leggja merkis til at ein lastbilur sum stevnir beint ímóti einum tunli, hevði gloymt at koyra kranan niður. Í hini hendingini bjargaðu tvær smágentur systkinabarni teirra, sum var dottin í ein djúpan hyl.” Øll fýra børn fáa heiðursbræv umframt eitt gávubræv frá Bovling í Leirvík, legði Reyði Krossur Føroya afturat. 

RELATED ARTICLES

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here

Most Popular

Recent Comments