Nýggju handilshølini á Biskupstorgi í Klaksvík sláa dyrnar upp

0
112

ĺ veitsludámi og aftur við hornblástri og røðum var móttøka fyri innbodnum í samband við at tey nýggju og snotiligu handilshølini á Biskupstorgi lótu upp fyri fyrstu ferð ígjár. 

Handlarnir høvdu spílað seg út við vøkrum handilsgluggum, og tað var ein fegin borgarstjóri sum kundi ynskja handilseigarunum blíðan byr við virkseminum.

Karl Johansen, borgarstjóri, og Osbjørn Jacobsen, arkitektur, hildu røður. Osbjørn hugleiddi m.a. um arbeiðsgongdina við verkætlanini meðan borgarstjórin fegnaðist um at Klaksvíkin hevur fingið eitt miðpunkt sum bindur eystara og vestara arm saman, og sum vónandi fer at skapa eitt samband og ein natúrligan streym gjøgnum býin.

“Enn ein verkætlan komin á mál,” staðfesti borgarstjórin í sínari røðu. “Hetta er ein stórur dagur. Ikki einans hjá tykkum, sum fyri fyrstu ferð sleppa at bjóða viðskiftafólkum inn í tykkara nýggju, snotiligu handilshøli, men eisini fyri allar borgarar í kommununi, sum í longri tíð hava bíða spent eftir hesum degi.”

“Vit skulu nógv ár aftur í tíðina fyri at finna fyrstu hugskotini um ein miðbý í Klaksvík,” helt Karl Johansen fram. “Hugskotini hava verið mong, og uttan iva eisini skilagóð, men hugskotið gjørdist fyrst veruligt tá ið spakin varð settur í útbyggingina í miðbýnum í Klaksvík á heysti í 2014.”

“Tøkini hava verið tung, men hvørja ferð eitt mál hevur verið rokkið — her kann eg nevna íbúðirnar, BankNordik og skoytubreytin — so hava borgarar í býnum trúð uppá at fyrr ella seinni fáa vit ein miðbý.”

Borgarstjórin staðfesti víðari: “19. august 2021 bleiv dagurin har klaksvíkin fekk ein miðbý. Hetta er eitt stórt fet, og avgjørt eitt íkast til okkara lokaløki, sum undir hesum karmum kann skapa trivnað. Bæði hjá teimum sum búgva í Klaksvík men eisini hjá teimum vitjandi.”

“Handilslívið, sum longu er so ríkt í býnum, verður í dag víðkað, og tað er sjálvsagt gleðiligt,” legði hann afturat.

“Tað er ongin loyna at eg eri av tí sannføring at kommunan ikki hevur til uppgávu at byggja og reka handilshøli. Men tað merkir ikki at eg ikki fegnist um at verkætlanin endiliga er komin á mál. Eg eri sera errin av stríðsviljanum og stóra arbeiðsavrikinum sum hevur verið lagt í at fáa hetta liðugt.”

“Handilseigarar og arbeiðstakarar hava kýtt seg, og hava veruliga lagt seg eftir at fáa eitt gott úrslit,” segði borgarstjórin. “Og tað má eg siga. Her er virkuliga blivið flott og innbjóðandi. Hjartans tøkk eiga tit fyri tað.”

“Hóast handilslívið í Klaksvík altíð hevur verið ríkt og spennandi, so havi eg eina trúgv um at hetta miðpunktið, sum bindur eystara og vestara arm saman, fer at skapa eitt samband og ein natúrligan streym gjøgnum býin. Tað er sostatt mín vón at hendan íløgan fer at gagna øllum pørtum, og at økið her í miðbýnum støðugt fer at mennast til eitt livandi umhvørvi.”

Les meira…

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here