Skjótt verður skjótandi á altjóða stigi

0
86

Arbeiðið at byggja skjótibreyt á Sandvíkahjalla er nú byrjað, upplýsir Tórshavnar Kommuna.

“Endaligur sáttmáli varð undirskrivaður herfyri og byrjað er nú upp á nýggju skjótibreytina,” sigur kommunan í tíðindastubba.

Sum skilst skal arbeiðið, sum Articon stendur fyri, verða liðugt tann 15. september í ár sambært sáttmálan.

“Tá arbeiðið er liðugt ber til at skipa fyri altjóða kappingum og at skipa fyri eitt nú Oyggjaleikunum,” verður víðari sagt um ta komandi skjótibreytina.

“Talan verður um eitt modernað skjótiannlegg, sum verður eitt vakurt frítíðarøki og eitt prýði fyri umhvørvið. Hetta fer at lyfta skjótingina upp á altjóða støði.”

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here