Tórsvøllur klárur við nýggjum graslíki og FIFA Quality Pro góðkenning

0
59

Tórsvøllur er nú klárur at taka í nýtslu við nýggjum graslíki, umframt at aðrar tillagingar eru framdar samstundis sum FIFA Quality Pro góðkenning er fingin til vega, boðar Tórshavnar Kommuna frá. 

Á lítlari samkomu tann 11. august handaðu teir báðir Heðin Mortensen, borgarstjóri, og Christian Andreassen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya, vøllin. Teir greiddu frá at graslíkið og stoytdoyvingarlagið á Tórsvølli varð seinast gjørt í 2012, og 9 ár seinni er nú alt gjørt av nýggjum. “Tað hevur sostatt hildið sera væl,” skrivaði kommunan, og legði afturat at “vallarmerkið er tað sama, Polytan. Veitari hevur verið Metatron.”

Eisini eru gjørdar tillagingar av sprinklaraskipanini á Tórsvølli, skilst, soleiðis at hon skal virka betri, og har hevur Grettir verið arbeiðstakari. Harumframt er gjørt ymiskt asfaltarbeiði við vøllin, og hesum hevur rakstrardeildin hjá kommununi staðið fyri.

“Vøllurin hevur júst fingið góðkenning sambært FIFA Quality Pro og sambært vallarreglugerðini hjá FSF,” varð víðari upplýst.

Ráðgevi í sambandi við alla verkætlanina hevur verið LBF, við umboðum fyri Tórshavnar Kommunu og umboðum fyri FSF við í verkætlanarbólkinum.

Heðin Mortensen segði at nú er aftur klárt at fara undir eina røð av altjóða dystum í heyst. Og longu í gjárkvøldið spældi HB har móti ísraelska liðnum Maccabi Haifa. Harumframt verða heilir 5 A-landsdystir hjá monnum í heyst leiktir á vøllinum.

“Ovari vøllur varð skiftur í juni og niðari er komin somikið áleiðis at nýggja stoytdoyvingalagið er nærum liðugt at leggja á,” viðmerkti borgmeistarin. 

“Hetta er okkara tjóðarleikvøllur sum eisini tænir okkara lokalu feløgum,” segði Heðin Mortensen víðari. “Hetta hevur verið eitt umfatandi arbeiði sum hevur kravt nógv tol av øllum pørtum — tað skulu tit eisini øll hava stóra takk fyri.”

Hann legði afturat: “Eg fari tí at ynskja okkum øllum allarbestu eydnu við vøllinum og vóni inniliga at vøllurin fer at roynast væl – og at vøllurin fer framhaldandi at geva góða menning, úrtøku og úrslit.”

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here