Alda Mohr Eyðunardóttir og Maria Guldbrandsø Tórgarð móttaka gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum

0
138
Heiðraðar: Alda Mohr Eyðunardóttir (vinstrum.) og Maria Guldbrandsø Tórgarð. Foto: Brynhild Thomsen.

Á samkomu í Nýggjustovu hjá LISA í Hoydølum týskvøldið fingu Alda Mohr Eyðunardóttir og Maria Guldbrandsø Tórgarð gávugóðs úr Grunni Thorvalds Poulsen av Steinum, nevniliga hvør sínar 35.000 krónur aftur við heiðursbrævi.

Tann 8. februar er føðingardagur Thorvalds Poulsen av Steinum, og í testamenti sínum vildi hann at ung og gávurík listafólk hendan dagin skuldu fáa gávugóðs úr grunninum hann legði eftir seg.

Nevndin í grunninum — umboðað av Fróðskaparsetrinum, Føroya Lærarafelag og Listasambandi Føroya — hevði á hesum sinni tvær handanir at lata, við tað at Korona órógvaði tað ætlaða tiltakið í fjør.

Tann unga listakvinnan Alda Mohr Eyðunardóttir skuldi nevniliga havt fingið gávugóðsið 2020 í fjør.

“Alda Mohr Eyðunardóttir er fødd í Havn í 1997, og hon luttók longu sum tanáringur á Ólavsøkuframsýningini og á Várframsýningini, har verk hennara hava verið vald við nakrar ferðir,” segði Hansina Iversen frá LISA tá hon læt henni heiðurin. 

“Hon vakti beinanvegin ans við sínum serstaka máta at arbeiða við øðrvísi tilfari, poetiskum tekstum og við einari heilt serstakari kenslu fyri rúmi.”

Víðari varð staðfest: “Á síni fyrstu serframsýning Flakar í 2019 sum hon setti upp í gomlu hølunum hjá Skálabúðini í Havn, ið var flutt út nøkur ár frammanundan, vísir hon longu, nærmast meistaraliga, sína sansaligu fatan av rúmi og ein alsk til tilfarið sum hon sær og finnur rundan um seg. Hon endurnýtir tað og gevur tí nýtt lív í nýggjum samanhangi.”

Listagávurnar hjá Aldu Mohr Eyðunardóttur hava eisini verið mettar framúrskarandi í listaheiminum í grannalondunum, tí tað var ikki mætari enn at Alda slapp inn á báðar skúlarnar sum hon søkti inn á, Konsthøgskolan í Malmö og Kongaliga Danska Kunstakademiið í Keypmannahavn. Hon valdi Keypmannahavn, har hon gongur á triðja ári.

Í grundgevingini til at lata filmslistakvinnuni Mariu Guldbrandsø Tórgarð gávugóðsið 2021 segði Hansina Iversen:

“Í 2014 fór Maria Guldbrandsø Tórgarð bert 16 ára gomul at arbeiða við filmi. Hon bleiv beinanvegin bitin av hesari listagrein og lærdi nógv av at arbeiða í ymiskum verkætlanum sum hjálparfólk. Tað gekk ikki long tíð áðrenn hon fór í gongd við at gera sínar egnu stuttfilmar. Hon skrivaði bæði handrit og leikstjórnaði, og var eisini fotografur.”

Og víðari varð sagt: “Avrikini førdu Mariu til listaliga heimildafilmin Skál, sum hevur heiti eftir fyrsta yrkingasavninum hjá Daniu O. Tausen, sum kom út í 2020. Filmin leikstjórnaði Maria Tórgarð saman við danska leikstjóranum Cecilie Debell. Samstarvið var so mikið væleydnað at filmurin hevur vunnið týðandi prísir á filmsfestivalum úti í heimi.”

Les meira…

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here