“Føroyski báturin er havsins Stradivarius” — Karin Elsbudóttir

0
150

Stjórn á Nordatlantens Brygge í Keypmannahavn, Karin Elsbudóttir, helt røðu eftir at hava navngivið ein føroyskan bát sum hon keypti frá Kvøldskúlanum í Havn. Á samkomuni á Eystaru bryggju tann 15. juni segði hon fylgjandi:

Ein múlamaður fyrstur fekk, eitt far av hesum slag
Tað Elsa æt; Í streymasjógvi førdi fólk og fæ
So væl, at bátaslagið verður bygt tann dag í dag
Til gleði fyri okkum øll, ið virðismeta tað.

Nú fara vit at flota eitt slíkt far enn einaferð.
Eitt vakurt navn tað fær, nú tað av bakkastokki fer,
Sum æra skal tær kvinnur tvá, ið ríka mína verð
Við sama navni – ELSBA – verður navnið, ið tú ber.

Her byrjar ferðin hjá tær, ELSBA mín, tú mítt fagra far.
Av øllum hjarta ynski eg, at eydnan fylgir tær
So saman vit uppliva manga stund, har lívið lær
Til okkum, ja, tað er tað besta, ein kann ynskja sær.

Góði borgmeistari Heðin Mortensen, góðu tit øll. Tað er mær ein stór gleði at fáa hetta høvi at siga takk.

Ólavssøku eftir Ólavsøku havi eg gingið í gongugøtuni og sæð henda vakra bátin, kínt honum og keypt lutaseðlar, aftur og aftur í vón um, at eydnan fór at vera við mær. Og hetta eru einastu lutaseðlar eg nakrantíð havi kannað, um eg havi vunnið, men nei. Eg vann ongantíð.

So ein dagin eg sæt við skrivaraborðið hjá mær til arbeiðis á Norðurbryggjuni í Keypmannahavn og hugdi út á sjógv, runnu heimlandið og báturin aftur fram fyri meg, sum so mangan. Og eg hugsaði at tá eg ikki kundi vinna bátin, mátti eg ringja til bátabyggjaran og spyrja um hann ikki kundi byggja mær ein.

Eg ringdi til Andrass Joensen, og hann helt at hann kundi nokk byggja mær ein bát. Og sum vit tosaðu saman, helt hann at tað kanska ikki var heilt óhugsandi at eg kundi sleppa at keypa júst hendan bátin sum eg ynskti mær. Orsaka av korona varð báturin ikki liðugur sum ætlað, og Ólavsøkan varð avlýst í fjør. Andrass vildi kanna málið við Kvøldskúlan og venda aftur. Og hesa ferð var eydnan við mær!

Les meira…

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here