Týsdagin 15. juni var hátíðarhald á Eystaru bryggju í Havn, tá Kvøldskúlin handaði nýbygdan føroyskan bát til Karin Elsbudóttir, stjóra á Norðuratlants Bryggjuni, sum hevur keypt bátin frá skúlanum.
Bátabyggjarin Andrass Joensen hevur, saman við næmingum á Kvøldskúlanum, bygt bátin við støði í tekningum av tí sokallaða Múlabátinum.
Heðin Mortensen borgarstjóri segði nøkur orð í sambandi við hátíðarhaldið og minti á at tað eru bara nakrar vikur síðan at fólk savnaðust á Ráðhúsinum at heiðra Andrassi Joensen og Kaj Hammer fyri í mong ár at hava vakt ans fyri siðbundnum føroyskum bátasmíði.
“Fyri umleið 20 árum síðan minnast vit at Andrass Joensen flotaði bát í Hoyvík, sum hann hevði smíðað á fjósloftinum hjá Føroya Fornminnissavni,” segði borgarstjórin.
“Fyrimyndin varð søgd at vera gamli Múlabáturin, sum Poul Hansen í Yvirstovu í Svínoy, ættaður úr Nornastovu í Mikladali, hevði smíðað. Andrass brúkti tá uppmátingarnar sum Verland Johansen gjørdi í 1970 at gera tær tekningarnar eftir sum eru í bókini hjá Andras Mortensen, Hin føroyski róðrarbáturin.”