Fleiri vilja flyta til Toftir: 2.000 fermetrar til raðhús við Høganesvegin

0
167

Tað ljóðar at fleiri enn nakrantíð flyta til Toftir og Nes, ikki minst aftaná at Eysturoyartunnilin læt upp fyri umleið hálvum ári síðani.

“Eftirspurningurin hjá fólki um at seta búgv í Nes kommunu er vaksandi,” skrivar kommunan í einum tíðindastubba. 

“Til tess at lofta hesari jaligu gongd, hevur Nes kommuna boðið út eitt stykki við Høganesvegin sum er 2000 fermetrar til støddar,” stendur víðari at lesa um eina nýggja byggiverkætlan sum skal standa liðug á vári 2023.

“Fyri at geva økinum nakað av fjølbroytni, er ætlanin hjá kommununi at raðhús og íbúðir verða hinumegin verandi útstykking við sethúsum.”

Útboðið hevur givið arbeiðstakarum møguleika at vísa á hvussu bústaðarøkið kann mennast, og sum skilst lótu tríggjar fyritøkur uppskot inn, av hvørjum tað sum kom frá KBH varð valt út á kommunustýrisfundi tann 28. juni.

“Ætlanin er um ikki so langa tíð at bjóða meira øki út norðureftir á Høganesvegnum og við vatnbrunnarnar á Regnavegnum,” upplýsir kommunan víðari. “Sostatt verður eisini møguleiki hjá hinum fyritøkunum sum sendu inn uppskot, og øðrum við, at vísa á hugskot/uppskot til víðari menning av hesum økjum í framtíðini.”

Kommunan er samstundis í ferð við at broyta verandi byggisamtykt umframt at ogna sær meira lendi við Høganesvegin og við Regnavegin.

Lutaíbúðafelagið Á Kneysum stovnað

ĺ øðrum tíðindum av Toftum, boðar íbúðastovnurin Bústaðir frá at eitt íbúðafelag nú er stovnað fyri tær nýliga bygdu lutaíbúðirnar á Kneysum.

“Fyri tveimum árum síðani fór Bústaðir undir byggiverkætlanina á Kneysum á Toftum saman við Byggifelagnum KBH, Teknistovan Gøta og Nes kommunu,” staðfesti Bústaðir tann 2. juli. “Talan er um verkætlan við tveimum bygningum, har tann eini er til leiguíbúðir og hin er til lutaíbúðir. Tíðliga í juni í ár yvirtók Bústaðir bygningin við átta lutaíbúðunum, og ígjár var stovnandi aðalfundur í hølunum hjá KBH á Toftum, har lutaíbúðafelagið varð sett á stovn.”

Tær átta lutaíbúðirnar eru umleið 75 fermetrar. Staðsetingin er beint omanfyri havnarlagið á Toftum, við stuttum teini í skúla, og góðum útsýni yvir fjørðin, og íbúðirnar hava allar egna terassu ella altan og egna inngongd. Parkeringsviðurskiftini á staðnum eru góð.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here