Video: ‘Fólk hava tørv á at samlast aftur’ — Tórður Mikkelsen

0
104

Mong frøast um at fólk kundu koma saman aftur sum vanligt til tjóðarhátíðina. Aftan á skrúðgonguna á Vaglinum ólavsøkudag møttu vit einum kendum persóni. Hann helt at lagið tóktist gott á fólki, sum tað sømir seg á ólavsøku, og at tey flestu “taka tað róligt” og hava ikki havt ov nógvan skund. Børnini fingu stóra rúmd eisini, helt hann. Tórður Mikkelsen helt seg ikki síggja so nógvar útlendingar sum undanfarin ár, og hetta roknaði hann við var mest orsakað av korona støðuni.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here