Effo at útbyggja oljugoymslu í Søldarfirði

0
138

Runavíkar Kommuna og orkufelagið Effo hava skrivað undir sáttmála um nýggja oljugoymslu í Søldarfirði, upplýsir kommunan.

Sambært tíðindastubba frá kommununi undirskrivaðu partarnir tann 21. september eina avtalu sum hevur við sær at Effo byggir nýggja oljugoymslu í Søldarfirði, og at kommunan ger byggiklárt eitt 6.000 fermetrar stórt grundøki sunnan fyri bryggjuna har.

“Tað var týsdagin 21. september at partarnir hittust í Søldarfirði, og skrivað varð undir avtalu sum ber við sær at Pf. Effo átekur sær at gera eina nýggja oljugoymslu í økinum, og at Runavíkar kommuna átekur sær at fylla út og planera økið undir goymsluni — áleið 6 túsund fermetrar — við grundarlagi í tekningum frá Landsbyggifelagnum og Pf. Effo,” varð sagt í tíðindastubbanum. 

“Talan er um økið suður frá bryggjuøkinum, og ístaðin fyri at spreingja úr økinum omanfyri er ætlanin at brúka grót úr Sandoyartunlinum, sum kommunan frammanundan hevur keypt, til endamálið. Tá komið er á mál við fylling og bygging, verður leigusáttmáli gjørdur partanna millum, sum er samsvarandi vanligum treytum fyri vinnuleigu.”

Víðari stóð at lesa: “Runavíkar býráð samtykti einmælt á býráðsfundinum í kvøld [30. september] at taka undir við avtaluni, og kommunan fegnast um at Pf. Effo ynskir at halda fram við virkseminum í Søldarfirði.”

Oljugoymslan í Søldarfirði varð upprunaliga bygt av bretum undir seinna heimsbardaga, eins og greitt varð frá í stubbanum.

“Eftir at teir sameindu høvdu vunnið heimsstríðið fóru bretar av landinum aftur, og meginstøðin á landi í Søldarfirði gjørdist ogn hjá Føroya Løgtingi, og tað er hon framvegis. At kalla alla hesa tíð hevur virksemi verið í økinum. Stutt eftir kríggið leigaði Føroya Oljusøla hjá Esmari Fuglø tangarnar, Sigurd Berghamar stjórnaði felagnum meðan Esmar var trolaraskipari, og í 1949 keypti Esso felagið og Esmar gjørdist tá stjóri. Honum á baki kom strandingurin Jákup Kass. Dagligur leiðari í Søldarfirði var Dánial Hansen — sum bara gekk undir navninum Esso-Dánial.”

Les meira…

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here