Methøg elframleiðsla í 2021— SEV

0
128
Foto: SEV.

Eftirspurningurin á elorku øktist í 2021 eins og undanfarin ár, og elframleiðslan var góð 4 prosent hægri enn í 2020, upplýsir SEV. 

“Tilsamans 424 [gigawatt tímar] vórðu framleiddir í 2021, og tað er tað mesta nakrantíð,” segði orkufelagið í einum tíðindagrein. 
“Tað eru serliga alivinnan og framleiðsla av fiskavørum sum standa fyri økta eftirspurninginum av elorku,” varð sagt víðari.

Av tí samlaðu elframleiðsluni umboðaðu verkini hjá SEV tilsamans 97 prosent, meðan tey resterandi trý prosentini vóru umboðað av biogassverkinum Førka og vindmyllunum hjá Vindrøkt í Vestmanna, við einari framleiðslu hvørt upp á 6,8 GWt og 5,9 GWt, ávikavist.

Tann samlaða elframleiðslan kom upp um 40 GWt í desember 2021, og tað var sambært SEV fyrstu ferð at framleiðslan ein einstakan mánað fór upp um 40 GWt.

‘Grønari’ tó minni vatn

SEV legði aftuat at tann samlaða ‘grøna’ elframleiðslan í 2021 kom upp á góðar 161 GWt, sum er 2,5 prosent meira enn í 2020. 

“Framleiðslan var úr ávikavist vatni, vindi, sól og biogass,” helt greinin fram. “Hetta hóast fyrstu tveir mánaðirnir og triði ársfjórðingur í fjør royndust illa í mun til grøna orku. Frostbinding var fyrstu tveir mánaðirnar og í desember, umframt at liggjandi góðveður var á hásumri. Vatnorkufarmleiðslan minkaði, meðan vindorkuframleiðslan vaks.”

“Býtið milllum varandi og termiska orku var 61,9 prosent termisk orka og 38,1 prosent varandi orka, og í tilsamans 17 samdøgur var elframleiðslan yvir 80 prosent burðardygg.”

Vatnorkuframleiðslan lá um 100 GWt, sum er undir miðal og sløk 8 prosent minni enn árið fyri. 

“Januar, februar og desember vóru so kaldir at vatnorkuframleiðslan ikki var møgulig vegna frostbinding og minni vatn,” stafesti SEV. “Harumframt var summarið 2021 turrari enn miðal. Serliga turt var í juli og august, og vatnorkuframleiðslan kom tá bert upp á ávikavist 2,4 og 4,5 prosent av streymframleiðsluni.”

Framleiðslan úr vindi var 15 prosent ella 7 GWt hægri í 2021 enn 2020. Tað er serliga vindmyllulundin í Suðuroy, sum legðist afturat í 2021 og framleiddi 7,7 GWt, sum ger munin. Vindorkuframleiðslan í meginøkinum var á leið tann sama sum í 2020. Í Húsahaga var ein lítil afturgongd á 0,4 prosent, meðan Neshagi hevði framgongd á 8 prosent. Fyri Vindrøkt hilnaðist eitt vet verri í 2021, við eini afturgongd á 6,4 prosent.

Les meira…

https://www.sev.fo/um-okkum/midlar-og-samskifti/tidindi/methog-elframleidsla-i-2021/

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here