Borgarstjórar síggja reytt: Biðja Landsverk um beinan vegin at bøta um ella sløkkja ljósskipan í tunlum norðanfyri

0
133

Klaksvíkar, Viðareiðis og Hvannasunds kommunur finnast hvassliga at einari skipan fyri ferðsluljós fyri tunlarnar Norður um Fjall sum eftir øllum at døma hevur fingið miseydnaða stilling.

ĺ felags úttalilsi við yvirskriftini “Borgarstjórar heita á Landsverk um at bøta um skipanina” spyrja Atli S. Justinussen, Marita Sumberg og Katrin Næs: “Lurtar nakar eftir tí sum brúkararnir av tunlunum og avvarðandi kommunur hava at siga?” 

Tey trý umboðini fyri kommunurnar leggja afturat: “Hetta er ein sera viðkomandi spurningur, tí hóast nógv orka er løgd í at greiða frá teimum avbjóðingunum sum borgarar í økinum norðanfyri hava, so kenna vit okkum als ikki hoyrd.”

Víðari ljóðar tað: “Hósdagin 15. juli varð ein ljósskipan sett upp við tunlarnar norður um fjall. Mong undraðust, tí at eingin kunning varð send okkum um hetta. Fríggjadagin 16. juli kom ein stutt kunning á heimasíðuna hjá Landsverki. Nú kundi ein fingið ta fatan at hetta er skipanin sum kommunurnar hava biðið um. Soleiðis er ikki. Hendan ljósskipan er als ikki í samsvari við tað sum vit hava tosað um og sum vit greiddu Landsverki frá á fundi fyrr í ár.”

‘Her og nú’

Lítið skil tykist vera í ljósreguleringini, vísa kommunurnar á.

“Núverandi skipan, har ein ljósregulering sum vísir reytt í 14 minuttir og grønt í 2 min., ger at bilar samlast í rúgvuvís uttan fyri tunnilin. Hetta førir við sær at teir ikki klára at koma inn í tunnilin áðrenn skipanin aftur skiftir til reytt ljós, og bíðast má tí í 14 min. afturat. Hetta elvir sjálvsagt til øsing hjá øllum bilførarum og borgarum norðanfyri, serliga hjá teimum sum nýta tunlarnar fleiri ferðir um dagin. Fyri okkum at síggja eru einastu atlitini sum skipanin tekur hædd fyri, at lastbilar og stór akfør skulu sleppa at koyra uttan at halda av. Eingi atlit eru tikin til borgararnar sum búgva í Árnafirði, í Hvannasunds og Viðareiðis kommunum.”

Funnist verður at arbeiðslagnum hjá Landsverki í sambandi við hesar ljósskipanir.

“Ein annar viðkomandi spurningur er somuleiðis um Landsverk hevur kunnað tilbúgvingina um nýggju skipanina áðrenn hon bleiv sett í verk? Er trygdin gjøgnumhugsað við hesari broyting? Nú er Landsverk farið í summarfrí – tað gevur okkum ta hugsan at hesin arbeiðsháttur er valdur við beráddum huga. Vit krevja av Landsverki at teir loysa trupulleikan her og nú, ella sløkkja skipaninna, til ein nøktandi loysn er funnin.”

Væntandi lidnir í 2024

Fyri góðum hálvum ári síðan samtykki Løgtingið einmælt at hækka játtanina til eina verkætlan at byggja tveir nýggjar tunlar Norður um Fjall, og arbeiðið er komið í gongd í summar.

Núverandi tunlar úr Klaksvík til Árnafjarðar og víðari til Norðdepils vórðu tiknir í nýtslu í 1965 og 1967 ávikavist. 

“Tunlarnir hava bert eina koyribreyt og lúka ikki nútíðarinnar krøv til hædd, breidd og trygdarútgerð,” sum Landsverk vísir á. Fríhæddin er ikki meir enn 3,1 metur og breiddin bert 3,5 m. Tískil er rættiliga avmarkað hvussu stór akfør ið sleppa gjøgnum verandi tunlar, ið verða sæddir sum ein fløskuhálsur til norðara part av Norðuroyggjunum.

Sum skilst verða teir báðir nýggju tunlarnir Norður um Fjall væntandi lidnir í 2024.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here