Havnin skal gerast ‘sjóvinnuligur tænastudepil’ — Heðin Mortensen

0
75

Hósdagin fingu skiparar, skipsførarar og maskinmeistarar handað prógv á Vinnuháskúlanum í Nóatúni í Havn. Heðin Mortensen, borgarstjóri, helt gestarøðu og nevndi m.a. at tað ikki gongur dagur at vit ikki hoyra um Arktis.

“Stórveldini kanska hugsa einamest um ráevni og strategisk týdningarmikil øki,” viðmerkti borgarstjórin. “Men ein sannroynd er at broytingarnar í Arktis longu hava havt við sær økta ferðslu, og tað kann gerast sera áhugavert fyri okkum.”

“Altjóða kanningar vísa at skipaferðslan í Arktis fer at økjast við 50 prosentum næstu 30 árini,” segði Heðin Mortensen víðari. “Í fyrstu atløgu ljóðar hetta kanska ræðandi, men vit mugu vóna at vit hesi næstu tíggjuáraskeiðini gerast so tøkniliga framkomin at útlát og dálking ikki veksur tilsvarandi, men heldur fer at ganga hinvegin.”

“Eitt vita vit tó við vissu,” legði hann afturat. “Og tað er at skal skipaferðslan vaksa í so stóran mun, so tørvar okkum túsundtals vælútbúgvin og roynd fólk á brúnna, í maskinrúmið og á dekkið. Og partur av hesi stóru skipamongd fer at tørva tænastur av øllum handa slagi í Norðuratlantshavi. Her í Havn kanna vit støðugt hvussu vit styrkja vinnur við tilknýti til sjógvin, eitt nú hvussu vit menna okkum í shipping, reiðarívirksemi, altjóða skipaskráseting. Vit royna at laga viðurskiftini soleiðis at vit sum frálíður í enn størri mun gerast ein sjóvinnuligur tænastudepil í Norðuratlantshavi.”

“Sjóvinnuveitingar eru longu ein munagóður partur av virkseminum í landinum, og eg haldi at vit í Tórshavnar kommunu eru væl fyri í fyrireikingunum,” segði borgarstjórin. “Vit gerast alsamt meira ein miðdepil á norðurleiðum. Tí er vøkstur og økt ferðsla í væntu.”

Myndafrásøgn…

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here