Legst afturat innan sjúkrarøktarfrøði

0
104
Chik Collins, rektari, heilsaði teimum nýggju lesandi vælkomnum mánamorgunin í Sjóvinnuhúsinum. Foto: Rósa Egholm.

Aftaná at Fróðskaparsetur Føroya fekk økta játtan til eyka upptøku av sjúkrarøktarfrøðilesandi nú í januar, byrjaði nýggjur flokkur tann 31. januar — fyrstu ferð at ein nýggjur flokkur av sjúkrarøktarfrøði lesandi er byrjaður hesa ársins tíð.

Mánamorgunin stóð sostatt innleiðsla á skránni á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi.

“Tað er fyrstu ferð at slíkt stendur í arbeiðsskránni í januar mánaði, og tí var tað eisini ein serlig løta at bjóða teimum 25 nýggju lesandi í sjúkrarøktarfrøði vælkomnum,” skrivaði Fróðskaparsetrið í tíðindagrein. 

“Vit hava stórliga brúk fyri skikkaðum fólki í okkara heilsuverki, og tí er tað ein sera góð kensla at síggja at tað legst so væl aftrat,” varð Chik Collins rektari endurgivin fyri at siga um eykaupptøkuna, ið Mentamálaráðið setti sum arbeiðssetning í fjør.

Í sambandi við játtanina til Fróðskaparsetrið, sum Jenis av Rana landsstýrismaður legði fyri løgtingið í fjør, segði hann m.a., at Búskaparráðið hevur víst á at undir teimum næstu 10 árinunum fer tørvurin á fakfólki á vælferðarøkjum, so sum innan heilsu og eldrarøkt, at vaksa nógv, og tí hevði hann tikið avgerð um at uppraðfesta at útbúgva fleiri fólk innan tey yrkini.

“Tann økta játtanin til Fróðskaparsetrið skal tí eisini nýtast til at taka upp ein eyka flokk av sjúkrarøktarfrøðilesandi, so tað longu frá 2022 verða tiknir upp tveir flokkar, og málið er at taka upp tveir flokkar á hvørjum ári,” segði landsstýrismaðurin.

“Nú hevur fyrsti ‘vetrarflokkurin’ so fingið lestrarkort og hevur nú nakrar dagar við innleiðslu har tey hitta sínar undirvísarar og starvsfólk á DHS annars, læra um tær skipanir sum eru, fáa góð ráð frá Ráði teirra lesandi og frá mentorum,” staðfesti Setrið.

May-Britt Skoradal, varadekanur á DHS, segði sambært tíðindagreinina at í fyrstani valdaði ivi um hvussu trongligt tað fór at verða á Vestaru Bryggju nú til eyka upptøkuna. “Men hon sigur at tað fer at bera til,” varð lagt afturat. “Tó verður tað ein avbjóðing seinni, tá Náttúruvísindadeildin (sum er í sama bygningi) eisini fer at taka fleiri lesandi inn,” viðmerkti hon.

“Tað er nevniliiga eisini stórur tørvur á KT-fólki í samfelagnum, og tað hevur við sær at eyka upptøka somuleiðis verður fyrireikað á NVD, umframt at nýggj masterútbúgving í dátuvísindum eftir ætlan eisini skal byrja næsta ár,” stóð víðari í greinini, sum endaði við at ynskja teimum nýggju lesandi vælkomin og góðan byr.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here