Løgfrøðiútbúgvingin á Fróðskaparsetrinum er nú ‘javnsett við danskar løgfrøðiútbúgvingar’

0
91
Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum.

Einki minni enn “eitt ómetaliga týdningarmikið stig fyri Føroyar og fyri Fróðskaparsetur Føroya,” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, í almennari viðmerking til at tað danska Løgmálaráðið sambært upplýsingar hevur mett løgfrøðiútbúgvingina á Fróðskaparsetri Føroya ájavnt við løgfrøðiútbúgvingar frá donskum universitetum.

Hetta inniber at løgfrøðingar útbúnir á Fróðskaparsetrinum ið hava tikið bæði bachelor og master, fáa atgongd til lógarbundin størv sum dómarar, ákærarar og advokatar á jøvnum føti við løgfrøðingar við tí siðbundnu donsku útbúgvingini, skilst.

Tá tann føroyska rættargangslógin bleiv broytt í 2019, varð ásett í viðmerkingunum at ein føroysk løgfrøðiútbúgving skal metast ájavnt og geva somu rættindi, um hon er sambærilig við løgfrøðiútbúgving frá donskum universiteti.

Eftir drúgt samskifti millum føroyskar og danskar myndugleikar er javnlíkameting av útbúgvingini sjálvari og meting av góðskutryggingarskipanini á Fróðskaparsetrinum nú framd, staðfestir Uttanríkis- og Mentamálaráðið. Løgmálaráðið síðan hevur tikið avgerð um at útbúgvingin á Fróðskaparsetrinum skal metast javnsett við útbúgvingar á donskum universitetum, verður víðari upplýst. 

“Talan er um eitt ómetaliga týdningarmikið stig fyri Føroyar og fyri Fróðskaparsetur Føroya,” sigur Jenis av Rana, landsstýrismaður, í tíðindaskrivi undir heitinum ‘Løgfrøðiútbúgvingin á Fróðskaparsetri Føroya javnsett við danskar løgfrøðiútbúgvingar’.

 “Hetta fer at hava við sær at Fróðskaparsetrið í enn størri mun enn áður fer at styrkja sína støðu sum fremsti vitanarstovnur, føroyska samfelagnum til frama,” leggur landsstýrismaðurin afturat.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here