Vøkstur í talinum á útbúnum í Føroyum — Fróðskaparsetrið

0
93

Ígjár 24. juni og ídag 25. juni hava prógvhandanir verið á Fróðskaparsetri Føroya, og hagtølini fyri fyrra hálvár vísa vøkstur í talinum á útbúnum.

“137 prógv eru higartil í ár útskrivað, sammett við 113 fyrra hálvár í fjør — ella 24 fleiri,” upplýsti Fróðskaparsetrið.

Prógvhandanir hava verið allan dagin á teimum fimm deildunum á Setrinum, Søgu- og Samfelagsdeildini, Námsvísindadeildini, Føroyamálsdeildini, Náttúruvísindadeildini og Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi.

Tilsamans hava 110 bachelorar fingið prógv higartil í ár, 26 hava fingið masterprógv og ein prógv í hjánámi.

“65 prógv eru útskrivað á Námsvísindadeildini, har tey lesa til námsfrøðing og lærara,” legði Setrið afturat í einum tíðindaskrivi. “32 prógv eru latin á Søgu- og samfelagsdeildini, 20 prógv á Deildini fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, 10 á Føroyamálsdeildini og onnur 10 á Náttúruvísindadeildini.”

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here