Planleggja G! Festival uttan mun til max-500 tilmæli

0
83

[fusion_builder_container type=”flex” hundred_percent=”no” equal_height_columns=”no” hide_on_mobile=”small-visibility,medium-visibility,large-visibility” background_position=”center center” background_repeat=”no-repeat” fade=”no” background_parallax=”none” parallax_speed=”0.3″ video_aspect_ratio=”16:9″ video_loop=”yes” video_mute=”yes” border_style=”solid”][fusion_builder_row][fusion_builder_column type=”1_1″ type=”1_1″ background_position=”left top” background_color=”” border_color=”” border_style=”solid” border_position=”all” spacing=”yes” background_image=”” background_repeat=”no-repeat” padding_top=”” padding_right=”” padding_bottom=”” padding_left=”” margin_top=”0px” margin_bottom=”0px” class=”” id=”” animation_type=”” animation_speed=”0.3″ animation_direction=”left” hide_on_mobile=”small-visibility,medium-visibility,large-visibility” center_content=”no” last=”no” min_height=”” hover_type=”none” link=”” border_sizes_top=”” border_sizes_bottom=”” border_sizes_left=”” border_sizes_right=””][fusion_text]

Sigvør Laksá, stjóri fyri G! Festivalinum, sigur við KvF at G! verður ætlandi hildið í ár, uttan mun til tað almenna tilmælið um at ikki lata fleiri enn 500 fólk savnast ísenn.

“Fyrst er at siga at sum festivalur hava vit verið hildin í óvissuni øgiliga leingi,” segði G! stjórin týsdagin við Kaj Joensen frá Kingvarpinum. “Vissi tú hyggur út í heim so hava stjørnurnar tað við at seta út í kortið nokkso langt fram í tíðina. Og tað hevur man so valt ikki at gera í Føroyum, sum eg kanska skilji upp á ein ella annan hátt… Tí at vissi man skuldi havt meldað út í mai so hevði tað nokk verðið til at tað ikki varð ein festivalur. Vit hava arbeitt, vit søgdu frá í mai mánað at tað var líkasum skeringspunktið hjá okkum, um vit ætlaðu at fortseta ella vit ætlaðu at steðga, tað skuldi líkasum takast avgerð tá. Tað gjørdu vit, og vit hava arbeitt hart síðani, og tað sker nógv beint nú. Og sjálvandi kemur tað eitt sindur dátt við — vit eru ikki glað fyri at arbeiða ímóti nøkrum tilmælum; men tilmælini sum eru ídag virka extremt ógreið, tá man í sama viðfangi sigur at vit vænta eina nøkulunda vanliga Ólavsøku, eina Ólavsøku sum er nógv størri enn G! Festivalurin og, eg vildi mett, kanska nógv meira smittandi, oman og niðan eftir Áarvegnum allan dagin.”

Sigvør Laksá helt fram: “500 fólk er rímiliga greitt, og tað hava vit hoyrt so ræðuliga leingi, og tað síggja vit alla tíðina at tað verður brotið, eisini inni í hondbóltshøllum og alla møguliga steðs. Men vit eru úti, vit eru niðri á sandinum, vit eru á spæliplássinum, og tað er eftirhondini øgiliga væl kent at smittan ikki ferðast líka væl uttandura… So vit føla okkum nokkso trygg. Harvið er ikki sagt… Tað fyllir nógv hjá okkum hvussu vit gera.”

Hoyr samrøðu…

[/fusion_text][/fusion_builder_column][/fusion_builder_row][/fusion_builder_container]

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here