100 ár við elorku í Føroyum: Vágbingar vístu vegin

0
140

Týsdagin 13. juli læt ein áhugaverd framsýning upp í Miðlatúni í Vági — ein sýning um søguna aftan fyri elorkuna í Føroyum í eina øld. Framsýningin tekur útgangsstøði í 1921, tá Verkið í Botni, Føroya fyrsta vatnorkuverk, byrjaði at framleiða streym.

Framsýningin var upprunaliga partur av tí Ljósfest sum eftir ætlan skuldi haldast komandi vikuskifti men sum nú er útsett, upplýsir Vágs Kommuna.

“Framsýningin er opin í upplatingartíðunum hjá Miðlatúni og stendur frammi til leygardagin 16. juli,” verður víðari sagt.

Elfelagið SEV varð sett á stovn tann 1. oktober 1946, tá 19 kommunur í Streymoynni, Eysturoynni og Vágum sendu umboð á stovningarfund í Havn. Tá høvdu føroyingar longu í 40 ár upp á ymiskar mátar roynt at útvinna og gera brúk av elorku.

“Felagið varð uppkallað SEV eftir Streymoy, Eysturoy og Vágar,” stendur á einum av plakatunum á framsýningini. 

“Harumframt var orðið sev eisini at finna í føroyska plantuheiminum. Gamalt var at sevleggur varð brúktur til veik í koluni, sum var vanlig ljóskelda áðrenn peran varð uppfunnin.” 

Lagt verður afturat: “Tann seinasta og endaliga samtyktin um at víðka SEV varð tikin á umboðsnevndarfundi 8. apríl 1963. Múli varð sum tann seinasta bygdin knýtt upp í elkervið hjá SEV 19. september 1970. Víðkanartilgongdin hevði eisini við sær at SEV yvirtók øll elverkini kring landið, sum kommunurnar uttan fyri SEV høvdu stovnað. Tað vóru eitt nú verkini í Havn, í Vági og í Klaksvík.”

Ljósfest fyllir 100

Fleiri elorkuverk vóru virkin áðrenn SEV bleiv til. Tað fyrsta føroyska vatnorkuverkið var elverkið í Botni í Vági, sum kom í gongd tann 18. Juli í 1921.

So mikið er greitt at elverkið í Botni fekk beinan vegin ein týdningarmiklan leiklut fyri vinnu og gerandislív í Vági og sum frá eisini fyri restina av Suðuroynni, sum SEV vísir á.

“Tað eru nú liðin 100 ár síðan at Suðuroyggin fekk streym, tá elektrisitetverkið í Botni bleiv tikið í nýtslu 18. juli 1921,” verður millum annað sagt. “Dagurin varð hátíðarhildin við góðum lagi og veitslu, ella ‘ljósfest’, ið tað bleiv kallað millum manna, og mong fólk hittust fyri at gleðast og forvitnast um nýggju tøknina. Fleiri staðkend fólk vóru við á hesum degi, men eisini fólk norðanfjørðs vóru teirra ímillum. Løgtingsmenn, landstingsmenn og verkfrøðingar m.a., og tey høvdu rósandi orð at bera fólki og bygd handan elverkið í Botni. Petur Dahl á Gørðum, sóknarstýrisformaður, legði orð til við vakrari og hámettari talu, og tendraði síðani ljósið í skúlastovuni við at trýsta á eina kontakt.”

Lagt verður afturat: “Petur Dahl var ein av teimum ið hevði verið við í hesi verkætlan frá byrjan, og var tað tí honum ein dreymur ið bleiv gjørdur til veruleika, tá sóknarstýrið viðtók elektrisitetmálið í juli mánaði í 1919. Eftir hetta fór arbeiðið í gongd og tað varð alt gjørt við hond. Umstøðurnar vóru ikki sum í dag. Tað var ongin blandimaskina, borimaskina ella nýmótans hjálparamboð. Við tungum amboðum og lutum í hond fóru kná og íðin fólk til verka, og byrgingar og tunlar vóru skjótt væl ávegis.”

Vit ynskja vágbingum, SEV og øllum føroyingum til lukku við 100 ára degnum fyri ljósfestini.

Gomul fotomynd av orkuverkinum í Botni. Mynd: SEV.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here