Summar og ‘Fjarðarok’ í Skálafirði

0
107

Á bryggjuni í Skálabotni — ella Skálafirði, sum tað eitur — verður komandi leygardag skipað fyri festligum tiltaki við høvi av summarsólstøðu, upplýsir Runavíkar Kommuna.

“Í samband við at farið er um longsta dag, verður skipað fyri summarsólstøðuhaldi á bryggjuni í Skálafirði leygardagin 26.06.2021,” skrivar kommunan í einum tíðindastubba.

Sum skilst skipar Bygdarfelag Skálfirðinga fyri tiltakinum, ið hevur verður nevnt Fjarðarok.

“Bryggjan er øll gjørd klár til tiltakið, og har verður har sett stórt tjald upp, eins og hoppiborgir, kaffivognur og annað mangt,” verður víðari sagt.

“Tiltakið er familju- og barnavinarligt, og alt økið á bryggjuni í Skálafirði er væl og virðiliga ruddað, so rúmd er fyri ið hvussu so er hálvthundrað húsvagnum.” 

Samstundis verður heitt á húsvagnaeigarar um at boða frá við komu á telefon 507070.

“WC-skúrar og aðrir hentleikar eru klárgjørdir til endamálið, og longu fríggjadagin ber til at seta húsvagnar á staðið,” verður upplýst, “og er ravmagn ókeypis.”

Bátahylurin í Skálafirði er eisini sera væl egnaður fyri stuttleikabátar, og er har rúmd fyri fleiri bátum enn ein gevur sær far um. Eisini her er bátaatløga og ravmagn ókeypis.

“Í stóra tjaldinum ið sett er upp til ymiskt undirhald, verður eisini matsøla, har góður fjarðabúffur, við øllum tilhoyri fæst til keyps, eins og tostadrykkir av ymsum slag.”

Eisini verða nakrar forkunningar tónleikaframførslur, skilst, og bæði konsertir og dansur eru ókeypis.

Skráin sæst her…

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here