KSS í stórari menning: 10 ár síðan eigaraskifti

0
134

Tann 4. juni vóru 10 ár liðin síðan Klaksvíkar Sleipistøð fekk nýggjar eigarar við Frimodt Rasmussen á odda. Undir hesum tíðarskeiði er stór menning farin fram á KSS, og ídag eru meir enn tríggjar ferðir so nógv arbeiðspláss har sum í 2011. 

Aftaná at tann gamla smiðjan brendi í 2014, varð nýggj smiðja bygd har tann gamla stóð. Hetta økti um møguleikarnar fyri menning, og sjálv bedingin varð herfyri eisini uppstigað til dupultan kapacitet í mun til frammanundan og kann nú taka upp til 1500 tons.

Frá at mest hava verið sjónligir í Norðoyggjum eru arbeiðsbilarnir hjá KSS nú at síggja um alt landið — og tann árligi umsetningurin er eisini vaksin úr 20 milliónum til 70 mió. kr. 

Starvsfólkahópurin var í 2011 um 20 fólk; nú er hann um 70 fólk. Fleiri av teimum sum arbeiddu á KSS í 2011 eru framvegis partur av starvsfólkahópinum.

Høvuðseigarin, sum eisini er stjóri, fegnast um gongdina. “Tað hevur alla tíðina týdning at seta sær nýggj mál, tí ongin framgongd hevur við tíðini afturgongd við sær,” segði hann.

“Eg vil takka øllum teimum sum hesi 10 árini hava myndað KSS, og sum hava torað at tikið nýggj og spennandi stig á leiðini,” legði Frimodt Rasmussen afturat. “Eisini vil eg takka kundum og samstarvsfeløgunum fyri gott samstarv hesi árini, og vóni sjálvandi at hetta heldur áfram.”

Sum skilst settu bæði topplinja og botnlinja met hjá felagnum í farna ári, við einum úrsliti upp á 5,8 mió. kr. eftir skatt. Og lønarútgjaldingarnar lógu tilsamans um 27,5 mió. kr. í fjør, nærum 4 mió. meira enn árið fyri.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here