Betri játtar góða millión til vísindaliga gransking á Setrinum

0
109
Tórunn Højgaard Ósá er námslektari í sjúkrarøktarfrøði og hevur fingið stuðul til sína ph.d. verkætlan ‘Neurologiskar sjúkur hjá børnum í Føroyum: Farsóttarfrøði, svøvnólag og ávirkan av eini tónleikauppliving.’

Fróðskaparsetur Føroya hevur fingið játtað meira enn eina millión krónur í granskingarstuðli frá peningastovninum Betri, boðar Fróðskaparsetrið frá. 

Talan er um umleið 1.1 millión krónur játtaðar fyri 2021 í stuðli frá Betri stuðulsgrunninum til vísindaligar verkætlanir innan gransking á Søgu- og Samfelagsdeildini, Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi, Føroyamálsdeildini, og Námsvísindadeildini.

Tórunn Højgaard Ósá, námslektari í sjúkrarøktarfrøði, hevur fingið stuðul til sína ph.d. verkætlan ‘Neurologiskar sjúkur hjá børnum í Føroyum: Farsóttarfrøði, svøvnólag og ávirkan av eini tónleikauppliving.’

Firouz Gaini, professari í antropologi, hevur fingið stuðul til sína granskingarverkætlan um pápaleiklutin í dagsins samfelag, ‘Pápar í Føroyum 2022 — ein kvantitativ kanning av støðuni hjá pápum og familjum í Føroyum.’

Elsa D. Johannesen, námslektari í sjúkrarøktarfrøði, hevur fingið stuðul til sína ph.d. verkætlan ‘Palliativ umsorgan í heiminum: Ein kvalitativ kanning í Føroyum.’

May-Britt Skoradal, varadekanur á Deildini fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi og adjunktur í heilsuvísindum, hevur fingið stuðul til eina granskingarverkætlan um typu-2 diabetes.

Sissal Maria Rasmussen, adjunktur á Námsvísindadeildini, og Hjalmar P. Petersen, professari á Føroyamálsdeildini, hava fingið stuðul til granskingarverkætlan um fleirmæli í Føroyum.

Betri stuðulsgrunnurin tekur einaferð um árið støðu til umsóknir um granskingarstuðul, verður upplýst.

“Grunnurin stuðlar serliga gransking, ið kann metast at vera sjúkufyribyrgjandi, skaðafyribyrgjandi ella tryggleikaskapandi í Føroyum. Dentur verður lagdur á tíðaravmarkaðar verkætlanir, ið gera ítøkiligan mun heldur enn grundgransking.” Meira um stuðulsgrunnin er at finna her.  

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here