Fyrsti túrur hjá Jákup Sverra eftir streymmátarum

0
38

Havstovan upplýsir at tann 20. mai fór rannsónarskipið Jákup Sverri á hydrografitúr, har onnur høvuðsuppgávan var at taka streymmátarar upp. “Tað hilnaðist sera væl, og allir mátararnir vórðu tiknir upp í øllum góðum,” sigur stovnurin frá. 

“Hetta var eitt serligt ár fyri mátingarnar í Bankarennuni, tí í samfull 25 ár hevur Havstovan nú mátað tað djúpa rákið har.” 

Millum streymmátararnar vóru eisini tveir týskir mátarar, sum blivu tiknir upp fyri Universitetið í Hamburg.

“Allir streymmátararnir eru nú á Havstovuni, har data verða lisin, battaríini skift, eins og annað eftirlit verður gjørt. Í komandi viku er so ætlanin at leggja fimm streymmátarar út aftur.”

Sum skilst var hin høvuðsuppgávan á túrinum at gera hydrografiskar mátingar á Íslandsrygginum, og mátingar blivu gjørdar mitt eftir øllum Rygginum og á sunnara kanti fyri at kanna tað djúpa kalda rákið ið fer yvir um Ryggin. “Til dømis sást kaldur sjógvur reka í eini lind niðri við botn sunnan fyri Ryggin, har streymmátarar hjá Havstovuni hava mátað seinasta árið,” greiða tey frá.

“Hesin túrur var partur av verkætlanini FARMON 2020 og Rákið tvørtur um Íslandsryggin, sum Havstovan stendur fyri við fígging frá ávikavist Energistyrelsen og Jens Smeds Oceanografiske fond í Danmark.” 

Granskarar á Havstovuni hava í mong ár samstarva við granskarar á Universitetinum í Hamburg. Á túrinum blivu eisini tvær sokallaðar Pressure Inverted Echo Sounder (PIES), sum Havstovan hevur lænt frá Universitetinum í Hamburg, settar út. Tólið verður sett á botn, har tað sendi ljóðsignal út við jøvnum millumbilum. Síðani mátar tað tíðina tað tekur hjá ekkónum at koma aftur til tólið. Av tí at ljóðferðin í sjógvi er ymisk í køldum og heitum sjógvi, ber til at rokna út á hvørjum dýpi eitt møguligt mark millum heitan og kaldan sjógv er. Júst hetta er endamálið við hesum mátingunum, nevniliga at finna markið millum heitan Atlantssjógv og tann kalda djúpa sjógvin.

Les alla túrfrágreiðingina her.

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here