Inga Kristiansen hevur vart PhD ritgerð um djóraæti norðan fyri Føroyar

0
84
Mynd: NaturalEarthData.com

Seinnapartin ídag stóð Inga Kristiansen í andglettinum og vardi sina PhD verkætlan Population dynamics of Calanus species within the southwestern Norwegian Sea — links to water mass distribution and Norwegian spring spawning herring um tey bæði týdningarmestu sløgini av djóraæti ið finnast norðan fyri Føroyar.

Reyðæti er tað vanligara slagið men harumframt er eitt størri slag sum rekur norðanífrá tey tíðarskeiðini tá rák av køldum sjógvi eystan fyri Ísland er sterkt. Kannað er í PhD verkætlanini hvussu nøgdir, nøring og vøkstur hjá ætinum eru tengd at árstíðum, gróðri og skiftandi styrki á havstreymum. Eisini hevur Inga Kristiansen í hesum høpi kannað føði og ferðingarmynstur hjá norðhavssild í mun til djóraæti, sjóvarhita og havstreymar.

“Nýggja vitanin hevur stóran týdning fyri betur at skilja hetta føðsluríka og umbroytiliga havøkið, og hvussu skiftandi náttúruviðurskifti ávirka sildina,” segði Fróðskaparsetur Føroya í tíðindaskrivi.

Andmælingar tráðspurdu Ingu Kristiansen um ymisk viðurskifti. Annar var norski professarin Hein Rune Skjoldal frá Fiskerdirektoratets Havforskningsinstitutt í Bergen, hin Jeffrey Runge, professari á School of Marine Science við University of Maine. Anni Djurhuus, adjunktur á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, var forkvinna í PhD próvnevndini.

Verkætlanin er fíggjað av donsku stjórnini, Felagnum Nótaskip, Fiskivinnurgransking og Havstovuni, upplýsti Setrið.

Les meira her um ta væleydnaðu PhD verjuna hjá Ingu Kristiansen.

Video av allari PhD verjuni:

LEAVE A REPLY

Please enter your comment!
Please enter your name here